Granskari: Børn hjá tilflytarum ikki somu atgongd til útbúgving (KvF)
Tað er nógv, sum bendir á, at Føroyar ikki í nóg stóran mun lúka krøvini um útbúgving til børn hjá tilflytarum, skrivar Kalpana Vijayavarathan-R, granskari, í grein
"Tá málið skuggar fyri rættinum til útbúgving," er heitið á grein um útbúgving til børn hjá tilflytarum.
Tað er nógv, sum bendir á, at Føroyar ikki í nóg stóran mun lúka krøvini um útbúgving til børn hjá tilflytarum.
Tað sæst í grein, sum Kalpana Vijayavarathan-R, granskari á Námsvísindadeildini á Setrinum, hevur latið úr hondum.
Menniskjarætt til útbúgving
"Inkluderandi útbúgving sum mannarættindi hjá tilflytaranæmingum í føroyska fólkaskúlanum - ein kanning grundað á føroysk útbúgvingarskjøl og føroyska gransking á økinum," er heitið á greinini.
Greinin er partur av serútgávu av Fróðskaparriti um menniskjarættindi í Føroyum.
Tilflytarabørn hava menniskjarætt til útbúgving, og spurningurin er, um Føroyar í nóg stóran mun lúka hesi krøvini, stendur millum annað í greinini.
Inklusjón kannað
Í greinini verður inklusjón sum mannarættindi hjá tilflytarabørnum í føroyska fólkaskúlanum kannað.
Kanningin umfatar greining av útbúgvingarpolitiskum skjølum, viðkomandi almennum skjølum og føroyskari gransking um inkluderandi útbúgving fyri hesar tilflytaranæmingar.
Við støði í innihaldsgreiningum verður roynt at kanna, um politikkurin er sosialt grundaður, rættvísur og lýkur mannarættindakravið hjá tilflytarabørnum um rættvísa atgongd til útbúgving.
Málið tarnar møguleikunum
Gransking, sum fevnir um føroyskan útbúgvingarpolitikk og inklusjón í útbúgving, er brúkt til at gera av, um hóskandi útbúgvingarmál er til taks hjá tilflytarabørnum at læra føroyskt, lúka læruúrtøkur og falla inn í samfelagið, samstundis sum tey varðveita sítt egna móðurmál og mentanina í upprunalandinum.
Úrslitini benda á, at sjónarmiðið um, at málið er trupulleikin, er ráðandi, og tá tað verður sett í verk uttan fyrilit fyri mannarættindastøðuni hjá børnunum, kunnu integrasjónstrupulleikar stinga seg upp og tarna møguleikunum at gerast fullgyldugir limir í føroyska samfelagnum.
(KvF)
Kommunur í Norðoyggjum og Eysturoynni samstarva um integratión (KvF)
Saman við politisku skipanini skal samskiparin tryggja, at fólk trívast og eru v…
Runa Preeti Ísfeld: Representation matters – institutions should mirror the populations they serve (Nordic Council of Ministers)
A big misconception in the Nordics is that equality automatically produces repre…
Nýggj heimasíða "Integration Norden"
Norðurlandaráðið hevur gjørt eina nýggja heimasíðu um integratión, sum eitur “In…
Útlendingastovan luttekur í nýggjari verkætlan um ungar NEET-bólkar í Føroyum
Útlendingastovan luttekur í nýggjari verkætlan um ungar NEET-bólkar í Føroyum Ú…