Integratión í Føroyum
Við januar í 2021 vóru tað 2102 persónar búsitandi í Føroyum, ið komu úr londum uttanfyri Norðanlond. Hesi umboða heili 107 ymiskar tjóðir og eru av samlaða fólkatalinum í Føroyum 3,97 %. Filippsoyggjar, Rumenia, Pólland, Teiland, Litava, og Stórabretland eru tey seks londini, ið eru best umboðaði í Føroyum.
Tilflytarar, ið flyta til landið, festa fyri tað mesta búgv í longri tíð. Sum nýkomin til landið hevur mann møguleika at læra føroyskt í kvøldskúlanum.
Tað eru í løtuni nøkur afturvendandi integratiónstiltøk, ið eru á skránni gjøgnum árið. Sambinding/Intertwining er úrslit av samstarvi millum Reyða Kross og einstøk bókasøvn, hetta er eitt tiltak har tilflytarar og onnur í økinum kunnu hittast. Tórshavnar kommuna skipar fyri Diversity, ið fagnar ymiskum mentanunum í býnum. Og í Klaksvíkar kommunu verður skipað fyri einum tiltaki við einum líknandi endamáli, við heitinum International Day.
Integratiónsmál er málsøki hjá Løgmálaráðnum. Í novembur 2015 var integratiónssamskipari settur í starv á Útlendingastovuni, og í 2020 varð integratiónsvegleiðari settur í starvið. Útlendingastovan samskipar og virkar fyri integratiónsátøkum, sum hava við undirvísing í føroyskum máli, arbeiðsmarknað og vælferðartænastur, umframt hetta, so samstarvar stovnurin við aðrar stovnar og myndugleikar kring landið.
- Ráðgeving og samstarv við almennar stovnar, felagsskapir og onnur innan integratión
- Samstarv og samskipan við kommunurnar
- Fáa til vega tilfar og upplýsingar til nýkomin til Føroya
- Vera við í lógarfyrireikandi arbeiði