Integratiónssamskiparin hevur ein samskipandi og vegleiðandi leiklut.
Samskiparin skal gera tað lættari hjá tilflytarum, kommununi og øðrum starvsfólkum at finna fram til røttu kunningina, tænastuna og samstarvspartin.
Vegleiða
Geva tilflytarum grundleggjandi kunning og hjálpa teimum at finna fram í kommunalu skipanini.
Samskipa
Skapa samband millum tilflytarar, kommunalar stovnur, myndugleikar og aðrar viðkomandi partar.
Stuðla
Stuðla góðari móttøku og arbeiða við integratiónsfremjandi tiltøkum í nærumhvørvinum.
Vísa víðari
Kenna markið fyri egna leiklutin og vísa fólk víðari til rætta fakfólk ella myndugleika.
Samskiparin skal ikki loysa allar avbjóðingar sjálvur.
Leikluturin er fyrst og fremst at vegleiða, samskipa, stuðla og vísa víðari. Samskiparin verður ikki væntaður at hava serkunnleika innan øll fakøki.
Hetta kann millum annað merkja at:
vera eitt týðiligt samband hjá tilflytarum, sum hava spurningar um kommununa
skipa ella vera við til at skipa kunnandi fundir fyri nýkomnum
kunna um dagstovn, skúla, frítíð, ítrótt og onnur lokal tilboð
stuðla góðari móttøku og samskifti millum borgara og kommunu
fylgja við avbjóðingum á integratiónsøkinum og hjálpa til at finna røttu loysnina
Hvørjum samstarvar samskiparin við?
Alt eftir málinum kann vera neyðugt at samstarva við ymisk fakøki og myndugleikar.
Meira um uppgávurnar hjá integratiónssamskiparanum kann lesast í vegleiðingini.
Les vegleiðingina →