Integratiónslógin ásetur nakrar grundleggjandi skyldur hjá kommununum.
Kommunurnar hava ein týðandi leiklut í at tryggja góða móttøku, kunning og integratión lokalt.
Kommunan skal
Hava integratiónssamskipara
Hvør kommuna skal hava integratiónssamskipara. Kommunur kunnu samstarva um felags samskipara.
Skipa fyri kunnandi fundum
Nýkomnir tilflytarar skulu fáa grundleggjandi kunning um rættindi, skyldur, tænastur og møguleikar at fáa hjálp.
Tryggja góða móttøku
Kommunan skal virka fyri góðari móttøku, einum góðum og tryggum barna- og ungdómslívi og góðari integratión.
Stuðla børnum og ungum
Børn á dagstovni, sum ikki hava føroyskt sum móðurmál, skulu fáa eina skipaða trivnaðarætlan. Tiltøk fyri ung skulu skipast eftir tørvi.
Veita kunning og vegleiðing
Kommunan skal saman við integratiónsmyndugleikanum kunna um viðkomandi samfelagsviðurskifti, tænastur og tilboð.
Samstarva
Kommunur skulu samstarva við integratiónsmyndugleikan og kunnu samstarva við aðrar kommunur, tá tað er viðkomandi.
Kommunan kann eisini stuðla góðari integratión lokalt
Hvussu hetta verður gjørt, kann vera ymiskt frá kommunu til kommunu. Tað kann til dømis vera at:
til dagstovn, skúla, frítíðartilboð og aðrar lokalar tænastur.
og gera tað lættari hjá fólki at gerast partur av felagsskapinum.
um tiltøk, frítíðarlív og aðrar lokalar loysnir.
og finna loysnir, sum hóska til tørvin í einstøku kommununi.
Arbeiðið verður ofta bygt inn í tær tænastur og skipanir, sum kommunan longu hevur. Tí hevur tað týdning, at integratión verður hugsað inn í vanliga kommunala arbeiðið.