Familjur við børnum og ungum hava ofta tørv á eyka vegleiðing fyrstu tíðina.

Bústaðarkommunan skal virka fyri at tryggja børnum og ungum góða móttøku, eitt gott og trygt barna- og ungdómslív og góða integratión.

Dagstovnar, skúlar og frítíðarlív hava stóran týdning fyri bæði trivnað, málmenning og tað at gerast partur av einum felagsskapi.

Ein góð byrjan hevur stóran týdning

Kommunan kann eisini hjálpa familjuni við at:

greiða frá dagstovnaskipanini

hjálpa við umsókn og praktiskum spurningum

greiða frá gjøldum, kostnaði og møguleikanum fyri fríplássi

greiða frá týdninginum av dagstovni fyri málmenning, trivnað og integratión

stuðla góðari móttøku í samstarvi við dagstovnin

Góð móttøka krevur samstarv við familjuna

Skúlabyrjan í einum nýggjum landi kann krevja nógv bæði av barninum og familjuni. Kommunan kann hjálpa við at skapa yvirlit og stuðla góðum samskifti.

01

Fyrireika skúlabyrjan

Stuðla familjuni í sambandi við innskriving, skúlabyrjan og praktiskar spurningar.

02

Skapa góða móttøku

Samstarva við skúlan um eina væl skipaða móttøku av nýggjum næmingum.

03

Greið frá skipanini

Hjálp foreldrum at skilja føroysku skúlaskipanina og tað, sum verður væntað av skúla og heimi.

04

Stuðla samskiftinum

Stuðla góðum samskifti millum heim og skúla og meta um tørv á tulki.

Felagsskapur hevur stóran týdning

Ungdómstíðin hjá tilflytarum kann vera serliga trupul, tí tey skulu finna sín samleika í spenni millum tvær mentanir. Nøkur ung koma til Føroya sum tannáringar og duga ikki málið. Tað kann gera tað torført at fóta sær bæði í skúla og sosialum lívi. Kommunan eigur tí at hava serligt fokus á trivnaðin hjá ungum tilflytarum.

Ung integrerast ofta best gjøgnum felagsskap, virkni og sosialt lív – ikki bara gjøgnum kunning.

Í praksis kann kommunan arbeiða á trimum økjum:

LUTTØKA OG FELAGSSKAPUR
Skapa møguleikar fyri at koma inn í felagsskapin

stuðla “vinavenjing” í ítróttarfeløgum, har lokalir ungdómar verða settir saman við tilflytarum

bjóða til ungdómsklubbar og frítíðartilboð

stuðla eini “vinaskipan”, har lokalir ungdómar verða settir saman við tilflytarum

FAST SAMSTARV
Tryggja samstarv millum viðkomandi partar

Kommunan kann tryggja fast samstarv millum viðkomandi partar í kommununi, t.d.:

Skúli Sosialráðgevar Ungdómsarbeiði Integratiónssamskipari
FYLGJA VIÐ GONGDINI
Brúka yvirskipaðar dátur til at fylgja við menningini

Kommunan kann fylgja við gongdini á yvirskipaðum dátum:

01 Fráveru í skúla á yvirskipaðum støði
02 Fullføring av skúla
03 Luttøku í frítíðartilboðum
04 Byrjan í útbúgving og læru
05 Tilmelding til ítrótt og feløg

Málið hevur týdning

Hoyr barnið

Um eitt barn skal hoyrast í einum máli, skulu øll gjørlig fyrilit takast fyri, at barnið verður hoyrt á tí máli, sum tað skilir best.

Nýt tulk, tá tørvur er á tí

Almennir myndugleikar skulu brúka tulk, tá tað verður mett neyðugt. Hetta kann vera serliga týdningarmikið í samskifti um børn, trivnað og viðkvæm viðurskifti.

Kommunan skal ikki standa einsamøll

Í summum førum kann vera viðkomandi at samstarva við Gigni, dagstovn, skúla, barnavernd, integratiónsmyndugleikan ella onnur fakfólk. Tað týdningarmesta er, at familjan upplivir eina samanhangandi móttøku.