Ein góð móttøka ger tað lættari hjá nýkomnum at finna fram frá byrjan.
Føroyska skipanin kann vera nýggj og ókend. Kommunan kann hjálpa við at skapa yvirlit, greiða frá lokalum tænastum og vísa víðari, tá ið onnur skulu hjálpa.
Tá nýggj fólk flyta til kommununa
Bjóða vælkomin
Gev eina greiða og vinarliga introduktión til kommununa og sig, hvørjum kommunan kann hjálpa við.
Kanna tørvin
Finn út av, hvat er viðkomandi fyri einstaklingin ella familjuna.
Gev grundleggjandi kunning
Greið frá tí, sum er mest viðkomandi beint nú. Tað er ikki neyðugt at greiða frá øllum í senn.
- kommunalum tænastum og tilboðum
- hvar hjálp og vegleiðing fæst
- viðkomandi integratiónstilboðum
- lokalum møguleikum og frítíðarlívi
Vís víðari
Kommunan skal ikki hava svar upp á alt. Hjálp heldur fólki at finna rætta myndugleika ella fakfólk.
Tryggja næsta stig
Áðrenn samskiftið endar, eigur tað at vera greitt, hvat hendir næst og hvør kann kontaktast, um fleiri spurningar koma.
Hugsa um mál og samskifti tíðliga í tilgongdini. Tað hevur serliga stóran týdning, tá ið týðandi kunning skal gevast ella viðkvæm viðurskifti skulu umrøðast.
Nýkomnir skulu fáa møguleika at fáa samlaða kunning
Kommunurnar skulu regluliga skipa fyri kunnandi fundum fyri útlendskum tilflytarum, sum nýliga eru fluttir til Føroya.
Hvat verður kunnað um?
- rættindi og skyldur
- kommunalar tænastur og tilboð
- hvat integratiónsmyndugleikin kann hjálpa við
- hvar onnur hjálp og vegleiðing fæst
Hvør kann vera við?
Fundurin kann eftir tørvi skipast saman við øðrum viðkomandi pørtum.
- Gigni
- skúla og dagstovni
- frítíðarfeløgum
- kvøldskúla
- øðrum viðkomandi aktørum
Nýkomin hava ofta nógv at fyrihalda seg til. Tað týdningarmesta fyrstu tíðina er, at tey vita, hvat næsta stigið er og hvar tey kunnu venda sær.
Ein møgulig integratiónsgongd
Niðanfyri sæst eitt yvirlit yvir nøkur av teimum stigunum, sum kunnu vera partur av fyrstu tíðini hjá einum nýkomnum. Tilgongdin er ikki eins hjá øllum, og stigini kunnu koma í aðrari raðfylgju.