Avbjóðingar í integratiónsarbeiðinum
Í Føroyum er talið av nýkomnum útlendskum borgarum støðugt hækkað seinastu árini. Móttøkan av hesum borgarum hevur avgerðandi týdning fyri, um teir skjótt gerast virknir og luttakandi borgarar í føroyska samfelagnum. Integratión av nýkomnum borgarum fevnir um nógvar ymiskar støður, uppgávur, starvsfólk og starvsøkir. Soleiðis gerast námsfrøðingar, lærarar, málundirvísarar, heilsufrøðingar og onnur ein partur av integratiónsarbeiðinum og kunnu tí uppliva, at teimum tørvar meira vitan um økið.
Tað at flýggja ella at fara frá heimlandinum og seta búgv í nýggjum landi, er sjálvsagt ein stór lívsbroyting, sum krevur styrki og vilja. Flestu flóttar hava upplivað kríggj, ágang og stóran miss og fleiri líða av strongd, trauma og óviðgjørdari sorg. Tey flestu hava tørv á stuðli og hjálp frá samfelagnum og nærumhvørvinum.
Integratión er ein samansett uppgáva fyri øll, verið tað seg fyri flóttar, familjusameind, tey, sum koma her at arbeiða ella starvsfólk, sum taka ímóti í dagstovnum, skúlum, arbeiðsplássum ella sivilsamfelagnum.
Evni
Á skeiðinum seta vit sjóneykuna á tær upplivingar og væntanir, sum tilflytarar kunnu hava sum nýggir borgarar til eitt nú skúla ella arbeiðspláss, til tilboð um undirvísing í føroyskum og tær avbjóðingar, sum kunnu standast, tá ið integratiónin ikki hilnast sum ætlað.
Vit hyggja at stríðinum í møtinum millum mentanir og hvønn týdning fyribilsstøðan við uppihaldsloyvi kann hava á integratiónina. Skeiðið gevur innlit í, hvørjar fakligar fortreytir eru neyðugar fyri, at integratiónin gongur væl, hvussu umstøður og fyriskipanir kunnu skipast og hvussu ein kann seta mørk í arbeiðinum.
Vit viðgera, hvat tað merkir at vera flóttafólk, hvørja ávirkan tað kann hava á lívið hjá einum menniskja og hvønn týdning trauma hevur fyri børn, ung og vaksin, sum skulu finna seg til rættis og læra nýtt sum t.d. føroyskt. Vit koma inn á, hvussu fundir, undirvísing í skúla og málundirvísing, og somuleiðis gerandisdagurin á dagstovnum, kunnu verða skipaði, so hædd verður tikin fyri menniskjum, sum liva við strongd ella sonevndum “high arousal”.
Ukrainsk flóttafólk fáa serligan ans ígjøgnum dagin.
Skeiðshaldarar ynskja, at luttakarar senda teimum eina stutta lýsing av teimum avbjóðingum, sum tey uppliva í sínum arbeiði ella møti við nýkomnum borgarum til jt@jettethulin.dk. Viðmerk “Kursus 3. mai”.
Skeiðshaldarar:
Skeiðshaldararnir eru Mette Fenger og Jette Thulin.
Mette Fenger er leiðari í Livsværkstederne í Gellerup í Danmark og útbúgvin cand. mag í arabiskum og etnografi. Hon hevur drúgvar royndir innan flótta- og integratiónsarbeiði og hevur undirvíst m.a. sjálvbodnum, starvsfólkum og arbeiðsplássum.
Jette Thulin er sjálvstøðugur psykoterapeutur, supervisor og undirvísari. Hon er útbúgvin fólkaskúlalærari, donskum sum annað mál og psykoterapeutur. Hon hevur drúgvar royndir í at undirvísa og arbeiða við børnum og vaksnum við bakgrund sum flóttafólk og førleikamenna fakfólk.
Skeið er á donskum.
Málbólkur
Skeiðið er til øll, sum eru áhugað í integratión, og til starvsfólk og sjálvboðin, sum koma í samband við børn og vaksnar tilflytarar sum, t.d. lærarar í fólkaskúla og miðnámsskúla, málundirvísarar, námsfrøðingar, heilsufrøðingar, sosialráðgevar og familjuráðgevar.
Hvar og nær
Skeiðið verður hildið á Hotel Hafnia í Panorama tann 3. mai 2024 frá kl. 08.30 til kl. 15.30.
Pláss er fyri 70 luttakarum.
Kostnaður og treytir:
Kostnaðurin er kr. 500 íroknað mat og drekka. Tú mást melda teg til skeiðið á integration.fo áðrenn 29. apríl kl. 12. Gjaldstovan skrivar út rokning til stovnin ella einstaklingar. Gjaldið er bindandi og verður ikki endurgoldið vegna forfall, men til ber at senda annan í títt stað.
Útlendingastovan stuðlar skeiðinum sum liður í integratiónsátaki
Um tú hevur spurningar, vinaliga skriva ella ring til Duritu Kastalag (duritak@vs.fo; 356099) ella til David Im (davidi@vs.fo; 356094).
Skrá
9.00 Vælkomin og gjøgnumgongd av innsendum avbjóðingum frá luttakarum
9.15 Lívið í eksil og týdningurin av fyribilsstøðu á integratión
9.45 Stríð í møtinum millum mentanir
10.30 Steðgur
10.45 Tá traumur eru við í skúlataskuni, í dagstovninum, i málundirvísingini og í vegleiðingini
12.00 Matarsteðgur
12.45 Fakligar fortreytir, stuðulsskipanir og tvørfakligt samstarv
14.00 Steðgur
14.15 Fakligar fortreytir, stuðulsskipanir í undirvísing, dagstovnum og vegleiðing
15.30 Liðugt