(ÚTSELT) Mentan, forfatan og barnauppaling (23. - 24. februar) (ÚTSELT)

Innbjóðing til skeið: Mentan, forfatan og barnauppaling
Útlendingastovan bjóðar tær á skeið, um tað at vera foreldur av øðrum uppruna í Føroyum, og um hvussu starvsfólk kunnu stuðla foreldrum í at sameina uppalingarháttir, mentanarfatan og interkulturelt samskifti.

Nýggjur veruleiki, nýggjar avbjóðingar
Í Føroyum gerast tað alt fleiri familjur, sum hava annan uppruna enn føroyskan, tí annað ella bæði foreldrini eru tilflytarar. Summi av børnum teirra eru fødd í Føroyum, meðan onnur kanska koma higar sum tannáringar. Familjurnar eru settar saman á ymiskan hátt og koma úr øllum heiminum. Tí eru tær sera ymiskar, tá ið talan er um t.d. tjóðskap, mentan, samleika, átrúnað, siðvenju, virðir og mál.

Føroyska samfelagið og familjurnar her, harafturímóti, hava inntil nýliga verið rættiliga eins. Tí eru tað eisini nógv viðurskifti og sosialar spælireglur, sum kunnu tykjast at vera sjálvsagdar og natúrligar fyri foreldur, ið eru vaksin upp her, sum kunnu vera púra fremmandar fyri útlendsk foreldur. Tað kann tí gerast ein avbjóðing hjá summum foreldrum, sum hava annan uppruna enn føroyskan, at vita, hvussu tey skulu uppala síni børn í einum føroyskum samanhangi. Ein avbjóðing, sum kann gerast størri, um tey harafturat ikki skilja og tosa føroyskt.

Tá er tað umráðandi, at starvsfólk, sum koma í samband við familjur av øðrum uppruna, eru væl fyrireikaði fakliga til at samstarva við foreldrini og at stuðla teimum við uppaling og integratión soleiðis, at foreldrini kunnu finna eina góða javnvág millum sína egnu bakgrund og samleika og nýggja veruleikan, sum tey liva í.

Evni
Á skeiðinum verður komið inn á evni sum t.d. mentanarfatan; virðir, normar og uppaling; fyribyrgjan og handfaring av ósemjum úr einum interkulturellum sjónarhorni; hvussu tilflyting kann ávirka persónar og familjur bæði kropsliga og sálarliga; røriangist; og sosialt eftirlit.

Skrá kemur seinni. Gev gætur at broytingar í skránni kunnu koma fyri.

Skeiðshaldarar: 
Skeiðshaldararnir eru Jette Thulin og Mette Fenger frá deildini Vitan og menning í DRC Integration (Dansk Flygtningehjælp).

Jette Thulin er útbúgvin fólkaskúlalærari og arbeiðir sum ráðgevi. Hon hevur drúgvar royndir í at undirvísa og arbeiða við børnum og familjum við bakgrund sum flóttafólk og arbeiðir við at undirvísa og førleikamenna fakfólk. Hon hevur eftirútbúgving í m.a. neuroaffektivari supervisión og donskum sum annað mál.

Mette Fenger er serkønur ráðgevi og dagligur leiðari. Hon hevur arbeitt við integratión av flóttafólkum og øðrum tilflytarum í 20 ár og hevur drúgvar royndir í at undirvísa í m.a. mentanarfatan og inklusión av flóttafólkum og øðrum tilflytarum á arbeiðsmarknaðinum. Mette undirvísir m.a. sjálvbodnum, starvsfólkum og arbeiðsplássum.

Málbólkur
Starvsfólk, sum í sínum dagliga starvi koma í samband við familjur og børn av øðrum uppruna, t.d. lærarar, námsfrøðingar, heilsufrøðingar, sosialráðgevar og familjuráðgevar.

Hvar og nær
Skeiðið verður hildið á Hilton Garden Inn 23. og 24. februar, 2022 frá kl. 08.30 til kl. 15.30.

Pláss er fyri 60 luttakarum. 

Kostnaður og treytir:
Kostnaðurin er 1.540,- kr. fyri báðar dagarnar. Matur og drekka eru íroknað prísinum. Luttakarar mugu melda seg til skeiðið á integration.fo áðrenn 4. februar kl. 12. Gjaldstovan skrivar út rokning til stovnin ella einstaklingar. Gjaldið er bindandi, er fyri báðar dagarnar og verður ikki endurgoldið vegna forfall.

Um tú hevur spurningar, vinaliga skriva ella ring til davidi@vs.fo (356094) ella duritak@vs.fo (356099).