Innbjóðing til kunnandi fund um starvsvenjingarskipan til ukrainar


Almannaverkið og Útlendingastovan bjóðar hervið arbeiðsgevarum til kunnandi fund í Vinnuhúsinum tann 23. februar kl. 9.00, sum snýr seg um eitt nýtt átak at fáa fleiri ukrainar út á føroyska arbeiðsmarknaðin.

Almannaverkið fer í næstum undir eina starvsvenjingarskipan, sum skal hjálpa ukrainum og arbeiðsgevarum at koma í samband við hvønn annan og økja um møguleikarnar hjá ukrainum at koma í lønt starv.

Á fundinum vera umboð fyri Almannaverkið og Útlendingastovuni umframt ein online framløga við Jette Thulin og Mette Fenger, fyrrverandi ráðgevar hjá Dansk Flygtningehjælp. Framløgan gevur íblástur til góða móttøku av útlendskum starvsfólkum, og vísur á hvørji fyrilit kunnu takast, tá ið ein setur starvsfólk, sum eru flóttafólk.

Eftir fundin er møguleiki at skriva seg upp til starvsvenjingarskipanina.

Stutt um starvsvenjingina:

Starvsvenjingin er 1 mánað, har ein persónur, sum fær uppihaldsveiting frá Almannaverkinum, kemur í vanligt arbeiði. Almannaverkið finnur ein persón, sum hóskar seg til upplýstu uppgávurnar og arbeiðsplássið.

Tímatalið er sett eftir avtalu millum Almannaverkið og arbeiðsgevaran fyri hvønn einstakan, men er hægst 40 tímar um vikuna. Avtala verður undirskrivað áðrenn byrjan.

Starvsfólk á Almannaverkinum verður knýtt at starvsvenjingini sum kontaktpersónur. Tá starvsvenjingin er av, skal støða takast til m.a. møguleikan at koma í lønt starv.

Gev gætur: Flestu ukrainar búgva í Havn, so vit leita bæði eftir arbeiðsplássum í nærumhvørvinum og loysnum til ferðaflutning til arbeiðspláss uttanfyri Havnina.

Skrá:

·         Kl. 9.00 – Útlendingastovan bjóðar vælkomin og kunnar m.a. um rættindi eftir serlógini

·         Kl. 9.15 – Almannaverkið kunnar um ukrainar og starvsvenjingina og svarar spurningum

·         Kl. 9.50 – Stuttur steðgur

·         Kl. 10.00 – Jette Thulin og Mette Fenger – framløga um góða móttøku og fyrilit við setan av flóttum

·         Kl. 11.00 – Áhugaði skriva seg upp til starvsvenjinginarskipanina

·         Kl. 12.00 – Liðugt

 

Nær og hvar: Kl. 9.00 í Vinnuhúsinum tann 23. februar 2023.

Skráseting: Vegna avmarkað pláss, vinaliga skráseta luttøku niðanfyri.

Spurningar? Ring til Iben Faaborg (Almannaverkið, 347072) ella Duritu Kastalag (Útlendingstovan, 356099).