Foreldrasamstarv
- innlit í royndir og vitan úr Íslandi, um hvat verður gjørt fyri at tryggja gott foreldrasamstarv, tá ið tað umræður børn við tilflytarabakgrund
Dato og tíðspunkt: 23. juni 2020 kl. 13.00 føroyska tíð
Formur/háttur: Microsoft Teams
Farnu ár hevur tað víst seg at fleiri tilflytarar flyta til landið úr at kalla øllum heimsins londum. Orsakað av hesum hava barnagarðar og vøggustovur bæði føroysk børn við tilflytarabakgrund og børn, ið hava útlendskan nationalitet. Her eru sostatt eisini útlendsk foreldur, ið kunnu vera heldur óvon við norðurlendska barnauppaling og menning. Fleiri námsfrøðingar hava víst á har manglar vitan og mannagongdir fyri hvussu mann best møtir hesi avbjóðing. Og ofta er spurningurin um gott foreldrasamstarv í hesum høpi tikin fram. Hvat kunnu vit gera fyri at tryggja eitt gott foreldrasamstarv, tá ið talan er um útlendsk foreldur (eitt ella bæði).
Saga Stephensen, verkætlanarleiðari og ráðgevi fyri fleirmentanarliga partinum á dagstovnaøkinum í Reykjavíkar kommunu, kemur at halda hendan fyrilesturin (webinar) og greiða frá hennara royndum og um hvussu tey arbeiða fyri góðu foreldrasamstarvi í Íslandi. Seinastu 10 árini hevur Ísland havt ein vøkstur í íbúgvum, ið hava útlendskan uppruna, og vit hoyra um líknandi avbjóðingar, mál- og mentanarliga, sum vit í Føroyum síggja í dag.
Tilfar, sum nevnt í webinarium:
Linguistically Appropriate Practice, Roma Chumak-Horbatsch
Tungumál er gjöf - https://www.tungumalergjof.com/
Orðaleikur - https://www.unak.is/is/samfelagid/frettasafn/frett/ordaleikur