Vegleiðing um føroyskar dagstovnar (til foreldur)
Educare á føroyskum
Educare á enskum
Educare á filipino
Educare á sponskum
Educare á rumenskum
Góð ráð, tá ið tulkað verður
Undan samrøðu
- Tryggja tær, at tú bíleggur rætta tulkin til rætta málið ella dialektina.
- Tryggja tær, at tú setur nóg mikið av tíð av. Ein samrøða, ið verður tulkað, kann taka tvífalt so langa tíð sum vanlig samrøða.
- Kunna tulkin frammanundan um innihaldið í samrøðuni ella viðtalinum.
- Hugsa um, hvar og hvussu tulkur og aðrir luttakarar í samrøðuni sita, soleiðis at samrøðan kann ganga so lættliga sum gjørligt. Og um tú nýtir telesamskifti, skalt tú tryggja tær, at alt tað tøkniliga er í lagi.
- Tryggja tær, at tað er tú, sum stílar fyri samrøðuni og ikki tulkurin
Undir samrøðu
- Tak stig til at brúkari, ið hevur tørv á tulking, og tulkur fáa heilsað upp á hvønn annan.
- Greið frá leiklutinum hjá tulkinum, eisini við at nýta tulkin, og kunna um trúnaðarskylduna, sum tulkurin hevur.
- Tosa beinleiðis við brúkaran/ klientin, ikki við tulkin.
- Gev kropsmáli brúkarans/klientsins gætur.
- Tryggja tær, at tú orðar teg týðiliga og halt teg frá truplum yrkisorðum.
- Brúka stuttar, neyvar og einfaldar setningar
- Vænta, at tulkurin tulkar alt, sum hvør einstakur sigur undir samrøðuni.
Til langar samrøður
Minst til, at tað kann vera strævið at tulka, serliga um samrøðan er long. Hav ein ella tveir steðgir undir samrøðuni.
Eftir samrøðu
- Øll skulu fara úr rúminum samstundis fyri at varðveita álitið partanna millum.
- Hugsa um, hvørt tað er neyðugt ella ikki, at hava eitt prát við tulkin, um evnið er trupult og viðkvæmt.
- Hugsa um, um tú skal bíleggja sama tulk til eina aðru ferð.
Vegleiðing í sambandi við móttøku av nýkomnum
Vegleiðing í sambandi við móttøku av nýkomnum
Fyrsta Møtið
- Vís tínum egnu forfatanum ans, og royn at møta útlendska tilflytaran við opinleika, áhuga og forvitni.
- Tosa beinleiðis við tilflytaran.
- Um tørvur er á tulki, er best at biðja borgaran koma aftur til eina aðra avtalaða tíð, so tú kanst bíleggja tulk.
- Hevur tilflytarin spurningar um onnur viðurskifti, sum ikki eru kommunal ábyrgdarøki, vís so til rætta myndugleika.
Tín Leiklutur
- Fá greiðu á, hvørjar væntanir eru til tín leiklut í tínari kommunu, eins og hvørjar
møguligar reglur, arbeiðsgongdir og uppgávur, tú hevur skyldu at røkja. - Kunna borgaran um, hvør tín leiklutur er.
Vitan Um Mentanarmunir
- Tað kann hjálpa uppá samskifti og byggja álit, at vísa áhuga og spyrja útlendska tilflytaran um teirra føðiland og mentan.
• Kanna hvussu nógvir ymsir tjóðskapir eru umboðaðir í kommununi, og set teg eitt
sindur inn í mentanarlig eyðkenni í teimum mest umboðaðu.
• Legg størri dent á felags eyðkenni enn ymisleika tykkara millum.
Tilvitska Um Mentanir
- Um tað hóskar inn í samrøðuna, kanst tú fortelja útlendska tilflytaranum um onkur
mentanarlig eyðkenni og atburðir hjá føroyingum ella um onkrar óskrivaðar reglur, ið tú
kemur í tankar um. - Gev uppbyggjandi afturboðan, um ein útlendskur tilflytari ber seg at á ein óhóskandi
hátt í mun til, hvat vanligt er í Føroyum. - Royn ikki at brúka generaliserandi orðingar um menniskju frá ymsum mentanum.
Tvørmentanarligt Samskifti
- Samskift við virknum kropsmáli og vís virðing fyri møguligum øðrvísi framburði ella
kropsmáli hjá útlendska tilflytaranum. - Ikki brúka máliskur, orðatøk, orðingar, orð ella skemt, sum eru mentanarliga tengd.
Útlendski tilflytarin kann í summum førum misskilja, hvat tú meinar við og møguliga
kenna tað háðandi ella kanska als ikki skilja. - Royn at grunda eitt gott samband við útlendska tilflytaran beinanvegin fyri at minka
um mentanarligu gjónna tykkara millum.
Tann Góða Samrøðan
- Peila teg inn á vitan og førleikastøði hjá borgara. Tað er ymiskt, hvussu samskifti er
við persónar, alt eftir teirra fortreytum. - Stuðla undir vónum og væntanum hjá borgaranum til kommununa og føroyskar myndugleikar og stovnar annar, men vís á, um okkurt ikki ber til ella kann verða torført.
- Deil tína vitan og gev kunning um møguleikar og hvussu viðkomandi røkkur sínum málum í tilgongdini at fella til í Føroyum.
- Tað kann vera uppbyggjandi fyri sambandið og vera við til at styrkja álitið, um tú tekur nakrar av tínum persónligu royndum við í samrøðuna. Tó uttan at fara inn í títt privata lív.