Kommunurnar skulu ikki standa einsamallar við integratiónsarbeiðinum.
Útlendingastovan hevur ábyrgd av integratiónsøkinum á landsstigi og samstarvar við kommunurnar um at menna góða integratión kring landið.
Stuðul til kommunala integratiónsarbeiðið
Vegleiðing
Ráð og vegleiðing um integratión, praktiskar avbjóðingar og spurningar, sum stinga seg upp lokalt.
Tilfar og amboð
Praktiskt tilfar, vegleiðingar og amboð, sum kunnu brúkast í arbeiðinum við móttøku og integratión.
Skeið og førleikamenning
Skeið og faklig menning innan integratión, fjølmentan, samskifti og viðkomandi evni.
Netverk og vitanarbyti
Møguleikar at deila royndir, loysnir og avbjóðingar við aðrar kommunur og integratiónssamskiparar.
Nær kann Útlendingastovan hjálpa?
Tað er ikki neyðugt at hava eitt liðugt svar ella eitt greitt mál, áðrenn tit seta tykkum í samband við okkum. Vit kunnu eisini hugsa saman við tykkum.
Til dømis um ábyrgd, mannagongdir ella hvønn myndugleika eigur at venda sær til.
Tá fleiri myndugleikar, tænastur ella fakøki kunnu vera partur av loysnini.
Um tit vilja umrøða eina støðu, eitt hugskot ella eina møguliga tilgongd.
Góðar loysnir og lokal hugskot kunnu eisini vera gagnlig fyri aðrar kommunur.
Vit læra eisini av kommununum
Útlendingastovan skipar fyri regluligum netverksfundum við kommunalu integratiónssamskiparunum.
Endamálið er bæði at deila vitan og at fáa innlit í tær royndir, loysnir og avbjóðingar, sum kommunurnar møta í sínum arbeiði.
Landssjónarmiðið
Vit kunnu veita vegleiðing, tilfar, førleikamenning og vitan tvørtur um kommunur og fakøki.
Lokala vitanin
Kommunurnar vita, hvat hendir lokalt, hvørjar avbjóðingar eru og hvørjar loysnir rigga í praksis.
Góð integratión krevur samstarv.
Tá kommunur, landsmyndugleikar, fakfólk, feløg og lokalsamfelagið samstarva, verður lættari at skapa samanhangandi og góðar loysnir fyri fólk, sum flyta til Føroya.