Integratión verður ikki bara skapt gjøgnum almennar tænastur.
Luttøka í lokalsamfelagnum hevur eisini stóran týdning. Felagsskapur, frítíðarlív og lokal sambond kunnu gera tað lættari hjá nýkomnum at kenna seg sum part av staðnum, har tey búgva.
Kommunan kann stuðla luttøku á fleiri hættir
Kunnað um lokal tilboð
Ger tað lætt hjá nýkomnum at finna fram til tiltøk, feløg og møguleikar í nærumhvørvinum.
Samstarva við feløg
Samstarva við ítróttarfeløg, frítíðarfeløg og sjálvboðin um møguleikar fyri luttøku.
Skapa samband
Hjálp nýkomnum at fáa samband við lokal netverk og fólk í nærumhvørvinum.
Stuðla góðum hugskotum
Stuðla tiltøkum og lokalum initiativum, sum savna fólk og skapa felagsskap.
Hvat kann eitt integratiónsfremjandi tiltak vera?
Tiltøk kunnu vera sera ymisk. Her eru nøkur dømi úr kommunalum og lokalum integratiónsarbeiði.
Lektikafé
Foreldrakafé
Felags matgerð
Mentanartiltøk
Vinafamiljur
Ítróttur og frítíðarvirksemi
Kunningarkvøld
Tiltakið nýtist ikki at vera stórt
Byggið á tað, sum longu finst í kommununi og lokalsamfelagnum.
Samstarvið við lokal feløg og sjálvboðin kann vera ein týðandi partur av arbeiðinum.
Tað týdningarmesta er, at tiltakið skapar møguleika fyri samband, luttøku og felagsskap.
Integratión verður eisini skapt millum menniskju.
Kommunur hava gjøgnum árini skipað fyri ymiskum tiltøkum, sum tær sjálvar hava fíggjað. Tiltøkini nýtast tó hvørki at vera stór ella kostnaðarmikil fyri at hava týdning.