Integratión snýr seg ofta um heilt vanlig gerandisviðurskifti.
Smá ting í móttøku, kunning og samskifti kunnu hava stóran týdning fyri, hvussu lætt tað er hjá einum nýkomnum at finna fram og kenna seg tryggan í samskiftinum við kommununa.
Ein góð móttøka kann byrja heilt einfalt
Kenna seg væl móttikin
Ver greið/ur um, hvør tú ert, og hvussu tú ella kommunan kann hjálpa.
Skilja kunningina
Gev kunning í hóskandi nøgd og á einum máli og ein hátt, sum er lættur at skilja.
Vita, hvat næsta stigið er
Enda samskiftið við eini greiðari avtalu um, hvat skal henda víðari.
Kenna møguleikarnar
Vís á viðkomandi tænastur, tilboð og møguleikar í nærumhvørvinum.
Ger kunningina lætta at taka ímóti
Sleppið, har tað ber til, undan fakmáli, styttingum og fløktum myndugleikaorðum.
Tað er í lagi at greiða frá somu upplýsingum meira enn eina ferð.
Tryggið, at viðkomandi hevur høvi at spyrja og fáa ivamál greidd.
Serliga tá týðandi ella viðkvæm kunning skal gevast.
Sigið, hvat kommunan kann hjálpa við – og hvør eigur at hjálpa, tá málið liggur aðrastaðni.
Kann viðkomandi svara hesum trimum spurningum?
Nøkur mál krevja fleiri fakbólkar
Integratiónssamskiparin ella einstaka starvsfólkið skal ikki loysa samansett mál einsamalt. Tá kann vera neyðugt at fáa røttu partarnar við.
Tú skalt ikki hava øll svarini.
Tað týdningarmesta er ofta at hjálpa fólki at skilja støðuna, vita hvat næsta stigið er og finna fram til rætta stað.