"Nert ikki við“ útvarpssending tekur integratión og rasismu upp (KVF)
Hvussu er tað at koma til Føroya sum tilflytari? Eru vit so rúmlig, sum vit halda? Nær er man føroyingur, og nær verður man roknaður sum fremmandur? Og í einum vælferðarsamfelagi, har stórur dentur verður lagdur á trivnað, er rasisma so framvegis ein partur av veruleikanum? Í hesum báðum útvarpssendingunum verður tosað við integratión og rasismu í Føroyum.
Í sendingini greiðir Rosely Reinert frá síni søgu og sínum royndum sum tilflytari í Føroyum.
Eisini verður tosað við Fíu Lindenskov, integratiónssamskipara í Tórshavnar kommunu, um, hvat integratión er, og hvussu tilflytarar verða móttiknir í Føroyum. Harumframt verður tosað við Duritu Kastalag, integratiónssamskipara á Útlendingastovuni, um rasismu, hvussu hon kann vísa seg í gerandisdegnum, og hvat serliga eyðkennir gerandisrasismu.
Lurta her eftir sendingini um integratión
Lurta her eftir sendingini um rasismu
(KVF)
Væleydnaður kunningarfundur við tilflytarum og nýggj integratiónsheimasíða hjá kommununum í Eysturoynni og Norðoyggjum (Klaksvíkar kommuna)
Hóskvøldið 24. september 2026 var fyrsti upplýsingarfundurin fyri tilflytarar í…
Nýggj heimasíða til nýggjar borgarar í Runavíkar kommunu (Runavíkar kommuna)
Runavíkar kommuna hevur gjørt nýggju heimasíðuna newinrunavik.fo, sum er ætlað f…
"Nert ikki við“ útvarpssending tekur integratión og rasismu upp (KVF)
Hvussu er tað at koma til Føroya sum tilflytari? Eru vit so rúmlig, sum vit hald…
New booklet from the Immigration Office
How can we create opportunities for wellbeing, social connection and inclusion w…