08/07/2026

Nýggj útgáva: Hugnakvøld sum integratiónstiltak

Hvussu kunnu smá og einføld tiltøk styrkja trivnað, tryggleika og felagsskap hjá nýkomnum tilflytarum?

Útlendingastovan hevur givið út heftið "Hugnakvøld sum integratiónstiltak – Royndir og íblástur frá hugnakvøldum fyri ukrainum."

Útgávan byggir á royndir frá hugnakvøldunum, sum Útlendingastovan skipaði fyri frá januar 2023 til heystið 2025 fyri ukrainsk flóttafólk í Føroyum. Endamálið var at skapa eitt lággáttartilboð, har børn, ung og vaksin kundu hittast í tryggum og hugnaligum kørmum, knýta sambond, fáa kunning og læra føroyska samfelagið betri at kenna.

Í heftinum verður greitt frá:

  • hví hugnakvøldini vórðu sett á stovn,
  • hvussu tey vórðu skipað,
  • hvørji tiltøk og virksemi vóru á skránni,
  • hvørjar royndir og lærdómar komu burturúr,
  • og hvørji viðurskifti kunnu vera góð at hava í huga hjá øðrum, sum arbeiða við integratión og móttøku av nýkomnum tilflytarum. 

Vónandi kann útgávan geva íblástur til onnur, sum arbeiða við integratión, trivnaði og felagsskapi – bæði í Føroyum og aðrastaðni.

Heftið kann takast niður her.

Seinastu tíðindi
12/10/2026
The International House Tórshavn (Tórshav­nar Kommuna)

Tórshavnar kommuna hevur eina síðu á heimasíðuna, sum eitur International House…

30/09/2026
Væleydnaður kunningarfundur við tilflytarum og nýggj integratiónsheimasíða hjá kommunu­num í Eysturoynni og Norð­oyggjum (Klaksvíkar kommuna)

Hóskvøldið 24. september 2026 var fyrsti upplýsingarfundurin fyri tilflytarar í…

24/09/2026
Nýggj heimasíða til nýggjar borgarar í Runavíkar kommunu (Runavíkar kommuna)

Runavíkar kommuna hevur gjørt nýggju heimasíðuna newinrunavik.fo, sum er ætlað f…

21/08/2026
"Nert ikki við“ útvarpssending tekur integratión og rasismu upp (KVF)

Hvussu er tað at koma til Føroya sum tilflytari? Eru vit so rúmlig, sum vit hald…