Markið fyri uppihaldsloyvum til ukrainar um at vera rokkið (KvF)
Markið er tó ikki galdandi fyri familjusamanføring, og tí kunnu fleiri enn tilsamans 200 ukrainar koma til Føroya
Markið fyri, hvussu nógvir ukrainar kunnu fáa uppihaldsloyvi í Føroyum, er um at vera rokkið. Tað vísa tøl frá Útlendingastovuni.
Í alt 200 ukrainar kunnu fáa uppihaldsloyvi í Føroyum. Sambært tølunum frá Útlendingastovuni hava 127 ukrainar higartil fingið uppihaldsloyvi.
Markið upp á 200 er tó ikki galdandi fyri familjusamanføring. Fyri familjusamanføring er einki mark, og tí kunnu tað í alt koma fleiri enn 200 ukrainar til Føroya.
Á Útlendingastovuni staðfesta tey, at fleiri ukrainar koma til landið.
Sólvá G. Dam er deildarleiðari á Útlendingastovuni. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Hava meira at gera
- Tað merkist á arbeiðsbyrðuni hjá okkum, at Føroyar hava valt at tikið móti ukrainum. Hetta er ein nýggj uppgáva, og tí skulu fleiri nýggjar mannagongdir gerast, sigur Sólva G. Dam, deildarleiðari á Útlendingastovuni.
Fyrsta loyvið um uppihaldsloyvi til ukrainar var latið 12.apríl í fjør, stutt eftir at serlógin um persónar, sum eru riknir úr Ukraina, kom í gildi.
Í alt 135 ukrainar hava søkt um uppihaldsloyvi. Fýra bíða eftir svari, og fýra hava fingið noktandi svar.
"Nert ikki við“ útvarpssending tekur integratión og rasismu upp (KVF)
Hvussu er tað at koma til Føroya sum tilflytari? Eru vit so rúmlig, sum vit hald…
New booklet from the Immigration Office
How can we create opportunities for wellbeing, social connection and inclusion w…
Nýggj útgáva: Hugnakvøld sum integratiónstiltak
Hvussu kunnu smá og einføld tiltøk styrkja trivnað, tryggleika og felagsskap hjá…
Kommunur í Norðoyggjum og Eysturoynni samstarva um integratión (KvF)
Saman við politisku skipanini skal samskiparin tryggja, at fólk trívast og eru v…
