03/10/2022

Føroyskt sum annaðmál á Kambsdali/Language course for newcomers and non-native speakers

Eftir heystfrítíðina verður ein nýggjur útbúgvingarmøguleiki í føroyskum sum annaðmál fyri tilflytarar búsitandi í Norður/Eystur Føroyum.

Skeiðið gevur samskiftisførleikar í munnligum og skrivligum føroyskum eins og vitan um føroyska mentan og samfelag.

Skeiðið varir uml. 15 vikur. Tað er møtiskylda og undirvíst verður gerandisdagar fýra tímar um dagin. Undirvíst verður á miðnámsskúlanum á Kambsdali, og byrjað verður 31. oktober 2022.

Skeiðið endar við próvtøku, og hvør næmingur fær annaðhvørt eina váttan fyri at hava staðið ávísa skeiðseind sambært námsætlanini FAS ella endaligt prógv, sum er váttað av Uttanríkis- og mentamálaráðnum, og sum kann brúkast í sambandi við víðari útbúgving á eitt nú miðnámsskúla í Føroyum.

Útbúgvingin og einstøku skeiðini eru skipað sambært altjóða CEFR stiganum og næmingarnir verða visiteraðir fyri undanførleikar, áðrenn teir verða innskrivaðir.

Tilmeldingin byrjar týsdagin 4. oktober 2022.

Nærri kunning um skeiðið sæst her.

Hevur tú spurningar ber til at ringja til telefon 610800 ella skriva til kambsdalur@kambsdalur.fo

IN ENGLISH

A new educational opening in a language course ‘Faroese as a Second Language’ (Føroyskt sum annaðmál) for newcomers and non-native speakers in the east/northern part of the Faroe Islands. The course will cover spoken and written Faroese and will also serve as an introduction to the Faroese society and culture.

The course has a 15-week span with compulsory attendance and teaching takes place on all regular weekdays with four-hour sessions. The course will take place at the high school in Kambsdalur, from the 31st of October and lasts until May 2023.

The course concludes with an exam and each student receives either a certificate for a module test which gives access to further studies in Faroese as a Second Language, or a formalized diploma supported by the Ministry of Foreign Affairs and Culture which is applicable for Upper Secondary Studies.

The course is organized in accordance with the CEFR scale and students are screened for prior language skills before classes commence.

Registration begins on tuesday October 4th. 2022.

For further information click here

For assistance contact +298 610800 or kambsdalur@kambsdalur.fo.

 

Seinastu tíðindi
18/12/2025
Jobmatch 2025

Would you like to expand your professional network? If so, we invite you to take…

01/12/2025
Sign up for Faroese as a second language for adult newcomers (UVS)

Have you just arrived in the Faroe Islands or are you new to the Faroese languag…

28/11/2025
Kunnandi fundir og verkstova um integratión og fjølmentan

Kunnandi fundir fyri tilflytarar Í sambandi við, at integratiónslógin kom í gil…

26/11/2025
Clarissa Poulsen: Fra Rio i Brasil til undervisning i andetsprog på Færøerne (NVL)

Clarissa Poulsen er i dag koordinator for færøsk som andetsprog i det færøske un…