20/01/2020

Nú skal integratiónslóggáva gerast (UVMR)

Sum samfelag sleppa Føroyar ikki undan at fyrihalda seg til, at tilflytarar eru vorðin ein sjálvsagdur partur av føroyska samfelagnum.

Eingin kann liva við óskipaðari tilflyting, og tí er arbeiðið byrjað at gera eina integratiónslóggávu í Føroyum.

Tað segði Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, á samkomu í Norðurlandahúsinum seinnapartin, tá ið Útlendingarstovan tók nýggjan integratiónsportal í nýtslu.

- Tey flestu av okkum hava nú beinleiðis ella óbeinleiðis samband við útlendingar, sum hava valt at liva og virka í Føroyum, segði hann.

- Tað kann vera við mammuna at barninum á dagstovninum. Starvsfelagan, sum er komin hendavegin at arbeiða, ella við familjuna, sum hevur keypt hús í grannalagnum, segði landsstýrismaðurin í røðuni.

Talið av útlendingum í Føroyum veksur støðugt.

Tann 1. januar 2019 vóru 51.303 fólk í Føroyum. Av teimum vóru 1.475 fólk við øðrum ríkisborgararætti enn norðurlendskum.

Tann 1. desember 2019 vóru 52.067 fólk í Føroyum. Av teimum vóru 1.697 fólk við øðrum ríkisborgararætti enn norðurlendskum, 222 fleiri enn um ársskiftið.

Skulu eggja til luttøku

Heimasíðan integration.fo er ein pallur, har vitan, upplýsingar og royndir um integratión í Føroyum verða latin til almenna nýtslu, so onnur kunnu fáa gagn av tí.

Tað er neyðugt og tiltrongt, heldur Helgi Abrahamsen, sum vónar, at hetta verður eitt høvi hjá útlendingum at gera vart við seg.

- Vit vita, at útlendingar, sum flyta til Føroya, eru afturhaldnir í almenna orðaskiftinum. Tey flestu velja at tiga, tí tey vilja ikki vera ófólkalig og standa við fremstafingri og seta krøv. Tey laga seg heldur eftir umstøðunum.

- Hesum skulu vit ansa eftir. Tey, ið koma uttanífrá, kunnu seta neyðugar spurningar við okkara sjálvsfatan og gera vart við viðurskifti, sum vit vanliga ikki gáa um. Vit noyðast at lurta og vísa virðing fyri at fáa lýst allar tættir og allar avbjóðingar við integratión í Føroyum, segði hann.

 

Arbeiða við integratiónspolitikki

Landsstýrið arbeiðir nú við at gera eina integratiónslóg.

Ætlanin er at seta sum krav, at tilflytarar, sum vilja hava varandi uppihaldsloyvi, skulu duga føroyskt. Í løtuni verður arbeitt við at styrkja frálæruna í føroyskum sum annaðmál.

- Sum samfelag er tað okkara skylda at bjóða tilflytarum neyðugu amboðini, so tey kunnu vera við til at menna samfelagið, tey eru partur av, segði landsstýrismaðurin.

Lesið røðuna hjá landsstýrismanninum her.

Flest úr Filipsoyggjum

Flestu útlendingar við øðrum ríkisborgararætti enn norðurlendskum, sum búgva í Føroyum, eru úr Filipsoyggjum.

Við ársbyrjan 2019 vóru 197 fólk úr Filipsoyggjum í Føroyum.

Tann 1. desember 2019 vóru tey 223.

Størsti aldursbólkurin við útlendingum við øðrum ríkisborgararætti enn norðurlendskum er aldursbólkurin 30-39 ár.

46 varandi uppihaldsloyvi um árið

Síðan 2012 hava í miðal 46 útlendingar fingið varandi uppihaldsloyvi um árið.

Útlendingar, sum flyta til Føroya, koma í høvuðsheitum av tveimum orsøkum. Meginparturin kemur til Føroya úr Evropa at arbeiða eitt tíðarskeið við einum arbeiðs- og uppihaldsloyvi. Ein útlendingar, sum hevur verið í Føroyum við arbeiðs- og uppihaldsloyvi í sjey ár, kann søkja um at fáa varandi uppihaldsloyvi.

Aðrir útlendingar flyta til Føroya sum familjusameind. Eftir umsókn ber til at fáa varandi uppihaldsloyvi hjá tí, sum hevur búð í Føroyum í trý ár. Tað eru serliga hjúnafelagar og børn, sum roknað verður við fara at búgva í Føroyum í longri tíð.

Lutfalsliga fá loyvi vóru givin í 2016, tí málsviðgerðartíðin var munandi longri enn vanligt, upplýsir Útlendingastovan.

(UVMR)

Seinastu tíðindi
10/04/2024
Skeið: Avbjóðingar í integratións­arbeiðinum

Útlendingastovan bjóðar tær á skeið um tað, at arbeiða við børnum ella vaksnum n…

04/04/2024
Viðvíkj­andi undirvísing í føroyskum sum annaðmál 2024/­2025 /­ Regarding the teaching of Faroese as a second language 2024/­2025

Viðvíkjandi undirvísing í føroyskum sum annaðmál 2024/2025 Eitt lógaruppskot vi…

04/04/2024
Viðvíkj­andi undirvísing í føroyskum sum annaðmál 2024/­2025 /­ Regarding the teaching of Faroese as a second language 2024/­2025

Viðvíkjandi undirvísing í føroyskum sum annaðmál 2024/2025 Eitt lógaruppskot vi…

08/02/2024
Málskúlin er á veg (KvF)

Lógaruppskotið um málskúla í føroyskum sum annaðmál verður lagt fram í hesari ti…