12/05/2026

Nýggj heimasíða "Integration Norden"

Norðurlandaráðið hevur gjørt eina nýggja heimasíðu um integratión, sum eitur “Integration Norden”. Heimasíðan savnar vitan, gransking, hagtøl og dømi um integratiónsarbeiði í Norðurlondum og hevur til endamáls at styrkja samstarv og vitanardeiling millum londini. Á síðuni ber til at finna samanberandi vitan um Norðurlondini, umframt upplýsingar og amboð, sum kunnu stuðla arbeiðinum við integratión og menning av átøkum og politikki á økinum. Heimasíðan er tøk á enskum og skandinaviskum málum.

Í sambandi við nýggju heimasíðuna “Integration Norden” er eisini áhugavert at hyggja at einari nýggjari frágreiðing um børn hjá tilflytarum og integratión í Norðurlondum. Frágreiðingin vísir, at hóast børn hjá tilflytarum ofta klára seg betur í útbúgving og arbeiðslívi enn foreldrini, uppliva nógv framvegis forðingar knýttar at diskriminatión, mentanarmunum og vantandi kenslu av at hoyra til.

Ein av høvuðsniðurstøðunum er, at integratión ikki bert snýr seg um útbúgving, arbeiði og hagtøl, men eisini um at kenna seg viðurkendan og at hoyra til í samfelagnum. Frágreiðingin vísir samstundis, at "long-term" integratiónspolitikkur og íløgur í familjur kunnu hava jalig árin tvørtur um ættarlið.

Samanumtikið staðfestir frágreiðingin, at Norðurlond longu standa seg væl á fleiri integratiónsøkum samanborið við nógv onnur evropeisk lond.

Seinastu tíðindi
30/09/2026
Væleydnaður kunningarfundur við tilflytarum og nýggj integratiónsheimasíða hjá kommunu­num í Eysturoynni og Norð­oyggjum (Klaksvíkar kommuna)

Hóskvøldið 24. september 2026 var fyrsti upplýsingarfundurin fyri tilflytarar í…

24/09/2026
Nýggj heimasíða til nýggjar borgarar í Runavíkar kommunu (Runavíkar kommuna)

Runavíkar kommuna hevur gjørt nýggju heimasíðuna newinrunavik.fo, sum er ætlað f…

21/08/2026
"Nert ikki við“ útvarpssending tekur integratión og rasismu upp (KVF)

Hvussu er tað at koma til Føroya sum tilflytari? Eru vit so rúmlig, sum vit hald…

08/07/2026
New booklet from the Immigration Office

How can we create opportunities for wellbeing, social connection and inclusion w…