18/10/2024

Kom við á Fjølmentanarviku! (Tórshavnar Kommuna)

25. oktober til 2. november.

Kom við til familjudag, fjølmentanardans, dansiverkstovur, myndlistaframsýning, matverkstovu, bindiverkstað, søgukvøld, tónleikaframførslur og mangt annað, tá ið Fjølmentanarvikan fer av bakkastokki í oktober.

Kom við til Familjudag, fjølmentanardans, dansiverkstovur, myndlistaframsýning, bindiverkstað, søgukvøld, tónleikaframførslur og mangt annað, tá ið Fjølmentanarvikan fer av bakkastokki í oktober.
Fjølmentanarvikan er eitt integratiónsátak, sum Tórshavnar kommuna hevur sett i verk. Í 2022 fekk átakið heitið Fjølmentanarvikan, Multicultural Week á enskum, og fekk tá tað skap, hon hevur í dag. Fjølmentanarvikan er í høvuðsheitum eitt átak, sum hevur til endamáls at viðurkenna, fevna og fagna teimum ymisku mentanunum, sum eru í Føroyum.

Fjølmentanarvikan er karmur um felags upplivingar, sum skapa felags minni og vónandi viðvirkar til at styrkja felagsskapskensluna. Dentur er lagdur á, at vikan skal hava ein jaligan og forvitnisligan anda, og at øll skulu kenna seg vælkomin og trygg. Fjølmentanarvikan hevur ikki ávísa politiska stevnu.

Trýsta her fyri meira kunning.

 

Seinastu tíðindi
12/10/2026
The International House Tórshavn (Tórshav­nar Kommuna)

Tórshavnar kommuna hevur eina síðu á heimasíðuna, sum eitur International House…

30/09/2026
Væleydnaður kunningarfundur við tilflytarum og nýggj integratiónsheimasíða hjá kommunu­num í Eysturoynni og Norð­oyggjum (Klaksvíkar kommuna)

Hóskvøldið 24. september 2026 var fyrsti upplýsingarfundurin fyri tilflytarar í…

24/09/2026
Nýggj heimasíða til nýggjar borgarar í Runavíkar kommunu (Runavíkar kommuna)

Runavíkar kommuna hevur gjørt nýggju heimasíðuna newinrunavik.fo, sum er ætlað f…

21/08/2026
"Nert ikki við“ útvarpssending tekur integratión og rasismu upp (KVF)

Hvussu er tað at koma til Føroya sum tilflytari? Eru vit so rúmlig, sum vit hald…