Útlendskar kvinnur í Føroyum (í gongd)

Seinnu árini er talið av útlendingum, serliga úr fjarskotnum londum, sum hava búsett seg í Føroyum, nógv økt, og  kvinnurnar eru greitt í yvirvág Í Føroyum búgva umleið 1.100 innflytarar, sum koma úr øðrum londum enn Norðurlondum.

Meðan menn av útlendskum uppruna ofta flyta til Føroya við arbeiðsloyvi, flyta útlendskar kvinnur ofta til Føroya við
familjusamanføring Umstøðurnar hjá útlendskum kvinnum og útlendskum monnum eru tí ógvuliga ymiskar  Útlendingastovan hevur víst á, at atgongdin til arbeiðsmarknaðin er av sera stórum týdningi, men hetta kann vera ein avbjóðing hjá útlendsku kvinnunum Eitt nú kann talan vera um málsligar forðingar, tí tær ikki duga nóg væl føroyskt, eins og tað kann vera ein forðing, at tær ikki duga nógv væl danskt CEDAW-nevndin28 hevur víst á, at neyðugt er at savna inn hagtøl og at greina støðuna hjá kvinnum frá minnilutabólkum, eitt nú støðuna í mun til arbeiðsmarknaðin, útbúgving o a.

Átak 15: Kanna støðuna hjá útlendskum kvinnum og gera neyðug átøk

Átak 15 snýr seg um at kanna støðuna hjá útlendskum kvinnum í Føroyum, og seta neyðug átøk í verk, saman við  viðkomandi pørtum, til tess at kvinnurnar kunnu gerast virknar í føroyska samfelagnum.

Tíðarætlan: 2018-2022
Ábyrgdari: Almannamálaráðið
Samstarvspartnari: Útlendingastovan