
Sambinding/ Intertwining (afturvendandi)
Um Sambinding: Sambinding er eitt tiltak, har tilflytarar og føroyingar hugna sær saman, koma at kennast og læra av hvørjum øðrum.
Øll eru vælkomin – bæði við og uttan stokkar.
Luttøkan er ókeypis, og tilmelding er ikki neyðug.
Sambindingarkaféin á Býarbókasavninum í Havn er eitt afturvendandi opið tiltak eitt týskvøld um mánaðin.
Sambinding er eisini á Bókasavninum við Løkin í Runavík og á Klaksvíkar bókasavni. Átakið er skipað sum eitt samstarv millum Reyða Kross, bókasøvnini og stigtakararnar handan "Hvussu kunnu vit hjálpa?".
Sambinding byrjaði í Runavík beint eftir nýggjar 2016 og er nú vorðin fastur táttur í øllum trimum býum.
About Intertwining:
Intertwining is an integration campaign for both newcomers and "native" faroese to get together, get to know each other and learn from each other. Everybody is welcome! – With or without knitting needles.
Participation is free and registration is not required
The intertwining Café in Tórshavn is a recurrent open monthly event, happening on Tuesdays. Intertwining Cafés are also at the libraries in Runavík and Klaksvík.
The campaign is a collaborative effort between Faroese Red Cross, the libraries in Runavík, Klaksvík and Tórshavn and "Hvussu kunnu vit hjálpa?".