Mentanarfatan (Føroya Handilskúla) (endað)

Lærari: Urd Johannesen 

Høvuðsendamálið: Næmingarnir menna evnini at samskifta í egnari mentan eins væl og millum aðrar mentanir. Við viðgerðini av mentanarligum gongdum mennast møguleikarnir at virka í einum heimi við mentanarligum margfeldi. Eisini skulu næmingarnir menna teirra vitan og fatan av mentanarligari broyting.

Frágreiðing: Eitt høvuðsevni, og ein undirvísingargongd, sum Urd setti á skemaði hjá øllum flokkum var "Tilflyting og integrasjón", og hetta var uttan iva tað evnið, ið gav næmingum besta møguleika at "menna evnini at samskifta í egnari mentan eins væl og millum aðrar mentanir". Evnið gav eisini góða atgongd til nýtt og viðkomandi tilfar á føroyskum; greinarøðir í bløðum, sum veruliga fóru í dýbdina við samrøðum og hagtølum, samstundis sum at tilflyting og integrasjón varð nógv umrøtt í almenna rúminum og á politiska víðvøllinum.

Tilgongd: 

  • Undirvísingargongdin byrjar við, at integratiónssamskipari kemur á gátt í flokkunum at greiða frá um ætlanir og visjónir, og greiða frá um egna tilgongd og støðu sum tilflytari til Føroyar. 
  • Næmingarnir í flokkinum, sum fingu frálæru í føroyskum á Kvøldskúlanum í Tórshavnar Kommunu, hittust við næmingar á Handilskúlanum fyri at deila vitan um t.d. skúlaskipan, átrúnað og familjuskipan o.a. í teirra londum.
    • Hetta gav tilflytarunum gott høvi at tosa føroyskt og fáa innlit í føroyska mentan, ímeðan mínir næmingar fingu innlit í mentarlig fyribrygdi hjá tilflytarunum og á henda hátt var gróðrarbotnur lagdur fyri størri tilvitan og vónandi eisini tolsemi yvirfyri hvørjum øðrum. Í øðrum lagi vóru  tilflytarar úr ymiskum londum, sum høvdu búð í Føroyum í styttri ella longri tíðarskeið bjóðaðir at vitja flokkin og hava samrøður.

Av øllum evnunum, ið mentanarfatan kann fevna um, er tilflyting og integrasjón kanska eitt tað evnið, ið er best egnað til at røkka endamálið í námsætlanini fyri mentanarfatan.

Urd Johannesen
urd@farlit.fo

Tilfar
Uppgávur til tilflyting
Spurningar til samrøður
Føroyar Útland