18/12/2024

Nýggjur faldari til útlendsk starvsfólk

Útlendingastovan hevur í samstarvi við Vinnuhúsið gjørt nýggjan faldara til útlendsk starvsfólk. Faldarin upplýsir starvsfólkini um mest viðkomandi viðurskifti í sambandi við at arbeiða sum útlendingur í Føroyum.

Á hvørjum ári koma útlendskir borgarar til Føroya at arbeiða, og hava tey ein týðandi leiklut á føroyska arbeiðsmarknaðinum. At flyta til eitt nýtt land kann vera ein avbjóðing, serliga tá ið tað kemur til at skilja, hvussu føroyski arbeiðsmarknaðurin er skipaður, hvørji rættindi og skyldur ein hevur, og hvørjar vanligar treytir eru í einum sáttmála.

Til tess at veita kunning og stuðla fólki, sum flyta til Føroyar, er faldarin “Working in the Faroe Islands” framleiddur í samstarvi  millum Útlendingastovuna og Vinnuhúsið.

Hví varð hesin faldari gjørdur?

Faldarin skal veita týdningarmikla kunning til tey, ið ætla at arbeiða í Føroyum. Hann skal tryggja, at útlendingar fáa betri innlit í síni rættindi, sínar skyldur og tey serligu viðurskifti, ið hoyra til at liva og arbeiða í Føroyum. Faldarin greiður frá um arbeiðsloyvi, sáttmálar, bústað, skatt og  heilsuverkið - og ger tað sostatt lættari hjá útlendingum at koma í gongd við lívið í Føroyum.

Ætlanin er, at arbeiðsgevarar senda faldaran til møgulig starvsfólk í setanartilgongdini, áðrenn tey koma til landið.

Høvuðspunkt í faldaranum:

  • Kunning um umsóknartilgongdina, treytir og møguleikar fyri at endurnýggja loyvir.
  • Kunning um at finna bústað, skráseting hjá kommununum, at stovna bankakontu og at brúka tænastur so sum Vangin.
  • Innlit í fakfeløg, rættindi á arbeiðsplássinum, arbeiðstryggleika og arbeiðslógir.

Ikki bert eitt pratiskt amboð

Faldarin er eitt stig á leiðini at byggja eitt meira fevnandi og upplýst samfelag. Hann tænir ikki bert sum eitt praktiskt amboð, men speglar eisini skylduna, sum vit hava sum samfelag til at uppbyggja eitt innbjóðandi umhvørvi fyri øll, ið geva sítt íkast til samfelag okkara.

 

Fá faldaran
Faldarin kann takast niður her

Seinastu tíðindi
18/12/2025
Jobmatch 2025

Would you like to expand your professional network? If so, we invite you to take…

01/12/2025
Sign up for Faroese as a second language for adult newcomers (UVS)

Have you just arrived in the Faroe Islands or are you new to the Faroese languag…

28/11/2025
Kunnandi fundir og verkstova um integratión og fjølmentan

Kunnandi fundir fyri tilflytarar Í sambandi við, at integratiónslógin kom í gil…

26/11/2025
Clarissa Poulsen: Fra Rio i Brasil til undervisning i andetsprog på Færøerne (NVL)

Clarissa Poulsen er i dag koordinator for færøsk som andetsprog i det færøske un…