07/04/2022

Serlógirnar um flóttafólk einmælt samtyktar (KVF)

Løgtingið er nú farið í páskafrí

Løgtingið hevur fyri løtu síðani einmælt samtykt tær tríggjar serlógirnar um flóttafólk úr Ukraina.

Øll 27 tingfólkini, sum vóru í løgtingssalinum, atkvøddu fyri við triðju viðgerð, og løgtingið hevur nú avgreitt lógirnar.

Trivnaðarnevndin, rættarnevndin og fíggjarnevndin tóku einmælt undir við lógunum, sum geva 200 ukrainskum flóttafólkum uppihaldsloyvi í Føroyum í tvey ár. Og tey fáa somu rættindi sum føroyingar til sjúkrahúsviðgerð.

Tingið hevur eisini samtykt eina eykajáttan upp á tilsamans 15,5 milliónir kr., sum flóttafólkini verða mett at kosta.

Alt er ikki greitt

Rættarnevndin skrivaði í álitinum, at hon tekur til eftirtektar, at øll viðurskifti viðvíkjandi móttøku av flóttafólkunum ikki eru komin upp á pláss frammanundan, men tað er avgerandi neyðugt, at føroyskir myndugleikar loysa hesar uppgávur í tøttum samstarvi og so skjótt sum møguligt. 

Fíggjarnevndin skrivaði, at nevndin leggur dent á, at eykajáttanirnar verða hildnar leysar av vanliga rakstrinum hjá teimum stovnum, ið varða av teimum, og at tær sostatt einans verða brúktar í tann mun, tørvur verður á  teimum til endamálið. Í hesum sambandi skulu tættir í roknskapinum brúkast til at útgreina nýtsluna.

(KVF)

Seinastu tíðindi
08/07/2026
New booklet from the Immigration Office

How can we create opportunities for wellbeing, social connection and inclusion w…

08/07/2026
Nýggj útgáva: Hugnakvøld sum integratiónstiltak

Hvussu kunnu smá og einføld tiltøk styrkja trivnað, tryggleika og felagsskap hjá…

19/06/2026
Kommunur í Norð­oyggjum og Eysturoynni samstarva um integratión (KvF)

Saman við politisku skipanini skal samskiparin tryggja, at fólk trívast og eru v…

20/05/2026
Runa Preeti Ísfeld: Representation matters ­– institutions should mirror the populations they serve (Nordic Council of Ministers)

A big misconception in the Nordics is that equality automatically produces repre…