14. oktober - 21. oktober, 2022



Hvat er ein fjølmentanarvika?

Fjølmentanarvikan er ein mentanarvika, ið hevur sum endamál at fagna, fevna og varpa ljós á mentanarliga fjølbroytnið í føroyska samfelagnum. 

Diversity Week er áður hildin í Tórshavnar kommunu. Í ár eru Tórshavnar komm­una og Útlendingastovan farin í samstarv um eitt landsfevnandi átak við føroyska heitinum Fjølmentanarvika og enska heitinum Multicultural Week.

Ætlanin er, at fjølmentanarvikan verður eitt afturvendandi átak, og at flest allar kommunur gerast partur av átakinum eftir førimuni.

Skráin fyri Fjølmentanarvika
14. oktober - 21. oktober, 2022  
 

 

 

Fríggjadagin 14. oktober

(kl 15.00) Almenn Setan - Fjølmentanarvikan 2022 verður sett við røðum, tónleiki, danisframførslu og ábiti.

Skrá

  • Kórið Silvitni framførir
  • David Im, integratiónssamskipari hjá Útlendingastovuna og Fía Lindenskov, integratiónssamskipari í Tórshavnar kommunu bjóða vælkomin.
  • Magnus Rasmussen, landstýrismaður í Umhvørvis- og vinnumálum sigur nøkur orð
  • Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu sigur nøkur orð
  • Bipasha Das framførir Indiskan dans
  • Fía Lindenskov og David Im greiða frá um Fjølmentanarvikuna
  • Gospelkórið Brak framførir
  • Ábit og tónleikaframførsla

Sámiska Framsýningin Sjálvsmynd hjá Hanne Grete Einarsen verður sýnt fram í Dansistovuni.

Leygardagin 15. oktober

(kl.09 - 17.00) Sámisk framsýning, Norðurlandahúsið, Tórshavn

Framsýningin Sjálvsmynd hjá Hanne Grete Einarsen verður sýnt fram í Dansistovuni.

(kl.12.00-16.00) Familjutiltak, Perlan og Reinsaríið, Tórshavn

Lær at gera origami úr Japan. Andlitsmáling, lær at klippa Mexicanskt prýði til "Dia de los muertos" og fá ein róðrartúr við Knørraflagnum

(kl.15.00-16.00) Fjølmentanarborðhald, Perlan og Reinsaríið

Borðhald við alskyns rættum úr øllum heiminum.

(kl.17.00) Fjølmentanarligt tiltak, Bygdahúsinum á Strondum

Tónleiki, Framløga, og fjølbroyttu smakkiroyndir 

(kl.17.00-23.00) Dansiframførslur, Reinsaríið, Tórshavn

Fólkadansur úr m.a. Ukraina og India 

(kl.17.00-23.00) Table Top Føroyar skipar fyri spælikvøldi, Býarokasavnið, Tórshavn

Børn, ung og vaksin eru vælkomin at spæla borðspøl og hava stað stuttligt saman. Sera nógv góð borðspøl at velja ímillum. Ókeypis atgongd.

(kl.21.30-02.00) Dance night, Perlan, Tórshavn

Dansur og tónleikur frá altjóða tónleikapallinum. Set ferð á Fjølmentanarvikuna við stuttleika og góðum rútmum.

Helena Durhuus byrjar kvøldið við Mexicanskari dansiframførslu og síðani ferð DJ Lisan Al Gaib at diska við kendastu løgunum úr øllum heiminum.

Sunnudagin, 16. oktober

(kl.09-17.00) Sámisk framsýning, Norðurlandahúsið.

Framsýningin Sjálvsmynd hjá Hanne Grete Einarsen verður sýnt fram í Dansistovuni. Ókeypis atgongd.

Mánadagin, 17. oktober

(kl. 19.00) Bindiklubbur, Virkishúsið við Ánna. Vága kommuna.

Kom og lær um føroysku bindiklubba mentanina og roynið tykkum við føroyska málinum.
Vit bjóða kaffi, te og kaku.

Týsdagin, 18. oktober

(kl 16.00-21.00) Fjølmentanarstevna/ Cultural Expo, Reinsaríið, Tórshavn

Á fjølmentanarstevnuni á reinsarínum vera básar, at vitja, og har tú kanst hitta fólk og fáa innlit í mentanina í teimum ymisku londunum, ið tú vitjar á básunum.

(kl.16.00-18.00) Livandi bøkur, Býarbókasavnið, Tórshavn

Fólk úr 111 ymiskum tjóðum búgva í Føroyum. Nú hevur tú møguleiga at hitta nøkur av teimum. Læn eina "livandi bók" í kaféini á Býarbókasavninum og fá innlit í aðrar lívssøgur, lond og mentanir.

(kl.16.30-18.00) Familjuskótar. KFUK. Varðagøta 9, Tórshavn

Fyri familjur við børnum í aldrinum 3-5 ár. systkin eru eisini vælkomin. Takið egnar skaffigreiðir við til matin ið vit fara at gera saman. Skótafundurin verður á enskum og føroyskum. 

(kl.18.00-19.00) Tango verkstova, Perlan, Tórshavn.

Kom framvið og og royn teg. Annika Winther Klit undirvísir. Øll er vælkomin. Ókeypis atgongd.

(kl.19) Tema um dansur, Reinsaríið, Tórshavn 

Dansiframførslur, har millum onnur Bipasha Das fer at framføra klassiskan Indiskan Dans, og Helena Durhuus fer at dansa fólkadans úr Mexico.

(kl.20.00-22:00) Konsert og fjølmentað popup-café, Mentanarhúsið, Fuglarfjarðar kommuna

Fjølmentað pop-up café: Keypa fjølmentanarábita úr Hong Kong, Filipsoyggjunum, og Kambsdali. Caféin byrja kl.18.

Konsert: Ebo Krdum & Cinthia González & Sergio Martinez, kl.20.00

 

Mikudagin, 19. oktober

(kl.16.00 - 17:30) Samfelagskafé, Býarbókasavnið, Tórshavn

Upplegg og prát um fjølbroytnismentan í Føroyum. Nærri kunning seinni

(kl. 19.30) Ebo Krdum + Cinthia Gonzálex & Sergio Martinez: Tónleikur úr Sudan og kring Sahara, Latínamerika, svøriki og Føroyum, Norðurlandahúsið, Tórshavn

(Undanprísur fram til 9. oktober: 95kr)

Hósdagin, 20 oktober

(kl.16.00-21.00) Fjølmentanarstevna/ Cultural Expo, Reinsaríið, Tórshavn

Á fjølmentanarstevnuni á reinsarínum vera básar, at vitja, og har tú kanst hitta fólk og fáa innlit í mentanina í teimum ymisku londunum, ið tú vitjar á básunum.

(kl.17.00-19.00) Málcafé, Býarbókasavnið, Tórshavn 

Málkafé er ein støkk inn málkafé við sjálvbodnum hjá Reyða Krossi. Tey sjálvbodnu snakka føroyskt við tey, sum ynskja at venja føroyska málið. Øll eru vælkomin, eisini børn.

(kl.20.00) Let's talk about it, Café Fríða, Klaksvík 

Eitt hugnakvøld, har vit tosa um parlagið við Vígdis Skorheim, leiðara í MEA. Tiltakið er ókeypis. Tó er neyðugt at melda til á www.mea.fo

(kl. 20.00-20.30) Framføra um Ukraina, Reinsaríið, Tórshavn

Serhii Ilin, guittarleikari, sangskrivari, og leikhússtjóri á Tea Street i Odessa, Ukraina. Serhii hevur ein serstakan spæliteknik ið ikki er vælkendur uttanfyri Ukraine. Á skránni er kendur films og palllistatónleikur úr Ukraine, umframt kensluborin bossa nova. Ókeypis atgongd 

 

Fríggjadagin, 21. oktober

(kl.16.00) Dansitiltak, Perlutorgið, Tórshavn

Uttandura Zumba og Jerusaleema spæl. 

(kl.19.00) Altjóða Guðstænasta, Havnar Kirkja, Tórshavn

Marjun Lómaklett, integratiónspresti hevur orð og barnakór við 3. fløkki í Eysturskúlanum luttaka. (

(kl 19.30) Gekkur og dansur, Marghøllin. Sørvágur

Hugnakvøld, har vit spæla Gekk saman. Aftaná Gekkin verður boðið upp til meksikanskan og filipinskan dans. Vit bjóða ein drekkamunn. Tak egnar gekk/ar við.

(kl.22.00-02.00) Fjølmentanar DJ veitsla, Perlan Tórshavn

Hvat er ein hugskotskjátta?

Hugskotskjáttan er eitt savn av ymiskum virksemi, átøkum og spølum, ið kunnu nýtast í sambandi við fjølmentanarvikuna.

Í hugskotsskjáttuni finnast ítriv, ið kunnu nýtast í skúlahøpi, barnagarðshøpi, ítróttarhøpi, almenn um høpi, á arbeiðsplássum og í frítíðarfelagsskapum annars.

Endamálið við hugskotskjáttuni er, at tey luttakandi hava tað stuttligt saman og grunda á mentanarligt fjølbroytni í Føroyum.

 

 

Hvussu nýta vit hugskotskjáttuna?

Hugskotskjáttan er býtt upp í tveir høvuðspartar: stovnar, arbeiðspláss og felags ­skapir og børn og ung. Í fyrra partinum eru uppskot til tiltøk og átøk, sum komm­unur, arbeiðspláss og felagsskapir kunnu vera karmur um. Í seinna partinum eru uppskot til spøl og annað virksemi til allar aldursbólkar.

Hugskotskjáttan leggur upp til, at lærarar, námsfrøðingar, venjarar og onnur, ið varða av børnum og ungum, kunnu nýta hugskotini í sambandi við undirvísing, venjing og toymisvirksemi av ymiskum slag. Vaksin eru eisini vælkomin at nýta spøl ella virksemi úr hesum partinum.

Grafiskt tilfar

Vit hava grafisk tilfar til tín at brúka til lýsingina til fjølmentanarvikuna. Grafiska tilfarið til búmerkið og sosialir miðlar er bæði á enskum og á føroyskum.

Bæði Word og Powerpoint kunnu brúkast til framløgur, skrá ella til upplýsing um tiltakið. Formarnir kunnu eisini brúkast til alt, tit ynskja at brúka tað til. Grafiska tilfarið til sosialir miðlar er gjørt til facebook og instagram. Sumt av tilfarium krevur ein sum dugir væl við Photoshop ella líkandi programmum, t.d. at seta rammu á eina mynd.

Tað er bert loyvt at brúka grafiska tilfarið til fjølmentanarvikuna. Tað er ikki í lagi at taka tilfarið og brúka tað til annað tiltak, sum er ikki fjølmentanarvika.

Microsoft Powerpoint og Word formar
Multicultural Week Logo
Fjølmentanarvika búmerkið

Rammur (EN)

Rammur (FØ)

Social Media

Sosialir Miðlar

Grafiskt tilfar til prent og til skerm

Grafikk pakki