Málmenning hjá fleirmæltum Børnum (Ráð og vegleiðing til pinkubarnaforeldur, ið hava hvør sítt móðurmál)
Tá foreldur hava hvør sítt móðurmál
Sum foreldur hava tit stóran týdning fyri málmenningina hjá tykkara pinkubarni, og tískil er tað av alstórum týdningi, at tit í viðgongutíðini ella stutt eftir føðing tosa saman um málsliga uppaling.
Granskarar viðmæla, at foreldur sum útgangsstøði altíð tosa sítt móðurmál við sítt barn. Teir siga, at móðurmálið er tað málið, ein sum foreldur dugir best at læra frá sær, umframt at tað er kenslumálið. Harumframt fær barnið á tann hátt eisini møguleika ótarnað at samskifta við báðar familjurnar og at læra báðar mentanirnar at kenna.
Trýst her fyri at lesa vegleiðingina.