Integratiónssamskiparin hevur ein samskipandi og vegleiðandi leiklut.
Tað merkir, at samskiparin:
- er eitt samband millum kommununa og tilflytarar
- skipar kunningarfundir
- hjálpir fólki at finna fram í kommunalu skipanini
- samstarvar við aðrar kommunalar deildir og myndugleikar
- stuðlar góðari móttøku og samskifti
- arbeiðir við at menna integratión lokalt
Integratiónssamskiparin skal ikki loysa allar avbjóðingar sjálv/ur.
Leikluturin er fyrst og fremst at:
- vegleiða
- samskipa
- stuðla
- vísa víðari til rætta stað
Tað verður heldur ikki væntað, at integratiónssamskiparin hevur serkunnleika innan øll øki. Í nógvum førum verður arbeiðið gjørt í samstarvi við:
- dagstovnar
- skúlar
- sosialar tænastur
- Gigni
- barnavernd
- Útlendingastovuna
- aðrar kommunalar deildir