Vegleiðing til kommunur 

Hendan vegleiðingin til kommunur er ein praktisk leiðbeining, sum lýsir ábyrgdarøki og tilmæltar mannagongdir viðvíkjandi integratión av nýggjum tilflytarum.

Vegleiðingin umfatar hesi høvuðsevnini:


Ábyrgdir og uppgávur hjá kommununum

Kommunurnar hava ábyrgd av at:

  • Hava høvuðsábyrgdina av kunningini og vegleiðingini í sínum øki
  • Skipa fyri kunnandi fundum
  • Seta ein integratiónssamskipara (í seinasta lagi 1. juli 2026)
  • Gera tænastur atkomuligar fyri tilflytarar og virka fyri teirra luttøku í samfelagnum
  • Luttaka á integratiónsfundum
  • Fremja integratiónsfremjandi tiltøk
  • Gera eina trivnaðarætlan (frá 1. juli 2026)

Vegleiðingin fevnir m.a. um:

  • Fráboðan til kommunurnar um tilflytarar fevndir av integratiónslógini
  • Leikluturin hjá kommununi
  • Fyrsta sambandið við nýggjar tilflytarar
  • Kunnandi fundir
  • Integratiónssamskipara
  • Integratiónsfremjandi tiltøk
  • Integratiónsfundir

Vegleiðingin kann takast niður her.