02/02/2021

Halda fram við tíðindum á enskum í KvF

Hetta er ein týdningarmikil tænasta at veita okkara fólki, sum ikki skilur føroyskt, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður

Tíðindini á enskum í Kringvarpinum halda fram.

Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður, sum hevur svarað Beintu Løwe, løgtingskvinnu.

Kringvarpið og Uttanríkis- og Mentamálaráðið arbeiða í løtuni við einum nýggjum public service-sáttmála fyri tann, sum fór úr gildi á nýggjárinum.  

Jenis av Rana sigur, at hann væntar ikki, at tænastan, sum er at hava tíðindi á enskum, verður strikað.

Hetta er ein týdningarmikil tænasta at veita okkara fólki, sum ikki skilur føroyskt, sigur hann.

News in English

Tíðindi á enskum eru í "News in English" á heimasíðuni hjá Kringvarpinum. Tænastan "News in English" er fyri tað mesta útveitt.  

Frá síðst í desember 2019 til síðst í desember 2020 rindaði Kringvarpið fríyrkisjournalisti 282.800 krónur fyri  veitingina. 

Harafturat koma slakar 50.000 kr. í innanhýsis kostnaði.

Integratión plagar annars ikki at liggja hjá public service miðlunum, men hjá eitt nú integratiónsstovnum og kommunum, sigur Kringvarpið.

(KVF)

Seinastu tíðindi
10/04/2024
Skeið: Avbjóðingar í integratións­arbeiðinum

Útlendingastovan bjóðar tær á skeið um tað, at arbeiða við børnum ella vaksnum n…

04/04/2024
Viðvíkj­andi undirvísing í føroyskum sum annaðmál 2024/­2025 /­ Regarding the teaching of Faroese as a second language 2024/­2025

Viðvíkjandi undirvísing í føroyskum sum annaðmál 2024/2025 Eitt lógaruppskot vi…

08/02/2024
Málskúlin er á veg (KvF)

Lógaruppskotið um málskúla í føroyskum sum annaðmál verður lagt fram í hesari ti…

05/02/2024
Peningur settur av at yvirtaka arbeiðs- og uppihalds­loyvi (KvF)

Arbeiðsgevarin eigur í størri mun at hava ábyrgd av teimum útlendingunum, sum ko…