08/02/2024

Málskúlin er á veg (KvF)

Lógaruppskotið um málskúla í føroyskum sum annaðmál verður lagt fram í hesari tingsetuni

Lógaruppskotið um málskúla í føroyskum sum annaðmál verður lagt fram í hesari tingsetuni.

Tað sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, í svari til Súsonnu Bertholdsen, løgtingskvinnu.

Uppskotið hevur verið til hoyringar.

Arbeitt verður í løtuni við at tillaga uppskotið sambært viðkomandi hoyringarsvarum, sigur landsstýrismaðurin.

Hoyringarfreistin var úti 31. oktober í fjør.

Undirvísing í føroyskum ætlað fólki, sum hava annað mál enn føroyskt, er vaksin nógv.

Nógvar umsóknir 

Í fjør vár vóru umsóknir um 4.165 tímar.

Talan var um 13 flokkar og 9 stutt skeið.

Í 2019 var játtanin 800.000 kr. til hesa undirvísing.

Í 2022 var hon 2,3 milliónir krónur umframt eina eykajáttan til ukrainskar flóttar, sum var ein millión krónur.

Í fjør var brúk fyri 3,9 milliónum krónum.

Landsstýrið hevur gjørt lógauppskot um málskúla, sum, sambært landsstýrinum, byggir á málskúlaskipanina hjá kommununum.

(KvF)

Seinastu tíðindi
06/02/2026
Útlendingastovan luttekur í nýggjari verkætlan um ungar NEET-bólkar í Føroyum

Útlendingastovan luttekur í nýggjari verkætlan um ungar NEET-bólkar í Føroyum Ú…

18/12/2025
Jobmatch 2025

Would you like to expand your professional network? If so, we invite you to take…

01/12/2025
Sign up for Faroese as a second language for adult newcomers (UVS)

Have you just arrived in the Faroe Islands or are you new to the Faroese languag…

28/11/2025
Kunnandi fundir og verkstova um integratión og fjølmentan

Kunnandi fundir fyri tilflytarar Í sambandi við, at integratiónslógin kom í gil…