24/10/2023

Uppihaldsloyvini hjá ukrainsku flóttafólkunum verða longd (Løgmálaráðið)

Landsstýrismaðurin í lógarmálum, Bjarni Kárason Petersen, hevði mánadagin fund við danska ráðharran í útlendinga- og integratiónsmálum, Kaare Dybvad Bek.

Á fundinum vórðu viðurskiftini hjá ukrainsku flóttafólkunum umrødd. Semja var um føroyska ynskið at leingja uppihaldsloyvini hjá ukrainsku flóttafólkunum í eitt ár, til 17. mars 2025, og at økja talið av uppihaldsloyvum úr núverandi 200 loyvum upp í 250 loyvi.

Á fundinum legði landsstýrismaðurin eisini fram ynski um eina nýggja útlendingalóg fyri Føroyar.

Landsstýrismaðurin gjørdi vart við ávísar avbjóðingar, sum stinga seg upp, tá ið avgerðarmyndugleiki í útlendingamálum verður givin føroyskum myndugleikum. Eisini nevndi landsstýrismaðurin føroyska ynski um at linka ávísar treytir fyri eykaarbeiði hjá útlendingum, uttan at søkjast skal um arbeiðsloyvi í hvørjum einstøkum føri, umframt tær avbjóðingar, sum hava stungið seg upp í sambandi við arbeiðs- og uppihaldsloyvi til trúboðarar og onnur, sum ynskja at virka á átrúnarliga økinum í Føroyum. Danska Útlendinga- og integrationsmálaráðið kannar enn hetta málið.

Talan var um ein góðan og jaligan fund. “Vit hava nakrar avbjóðingar og nøkur ítøkilig ynski, og tí síggi eg fram til menning, samstarv og góðar loysnir á útlendingaøkinum,” segði landsstýrismaðurin aftaná fundin mánadagin.

(Løgmálaráðið)

Seinastu tíðindi
04/02/2021
New Integration Service offered by the Faroese Immigration Office

Moving to a new country brings excitement, new opportunities, and a long list of…

24/10/2023
Uppihalds­loyv­ini hjá ukrainsku flótta­fólku­num verða longd (Løgmála­ráðið)

Landsstýrismaðurin í lógarmálum, Bjarni Kárason Petersen, hevði mánadagin fund v…

24/10/2023
India á tímatalvuni (KvF)

Serbreytin á Glasi fór í dag ein túr út í heim. Leiðin gekk til India, sum var á…

23/10/2023
Glasir: Fjølmentan á matarskránni (KvF)

Á Glasi er fjølmentan á matarlepanum hesa vikuna. Hvønn dag seta tey mat úr fjar…