24/10/2023

Uppihaldsloyvini hjá ukrainsku flóttafólkunum verða longd (Løgmálaráðið)

Landsstýrismaðurin í lógarmálum, Bjarni Kárason Petersen, hevði mánadagin fund við danska ráðharran í útlendinga- og integratiónsmálum, Kaare Dybvad Bek.

Á fundinum vórðu viðurskiftini hjá ukrainsku flóttafólkunum umrødd. Semja var um føroyska ynskið at leingja uppihaldsloyvini hjá ukrainsku flóttafólkunum í eitt ár, til 17. mars 2025, og at økja talið av uppihaldsloyvum úr núverandi 200 loyvum upp í 250 loyvi.

Á fundinum legði landsstýrismaðurin eisini fram ynski um eina nýggja útlendingalóg fyri Føroyar.

Landsstýrismaðurin gjørdi vart við ávísar avbjóðingar, sum stinga seg upp, tá ið avgerðarmyndugleiki í útlendingamálum verður givin føroyskum myndugleikum. Eisini nevndi landsstýrismaðurin føroyska ynski um at linka ávísar treytir fyri eykaarbeiði hjá útlendingum, uttan at søkjast skal um arbeiðsloyvi í hvørjum einstøkum føri, umframt tær avbjóðingar, sum hava stungið seg upp í sambandi við arbeiðs- og uppihaldsloyvi til trúboðarar og onnur, sum ynskja at virka á átrúnarliga økinum í Føroyum. Danska Útlendinga- og integrationsmálaráðið kannar enn hetta málið.

Talan var um ein góðan og jaligan fund. “Vit hava nakrar avbjóðingar og nøkur ítøkilig ynski, og tí síggi eg fram til menning, samstarv og góðar loysnir á útlendingaøkinum,” segði landsstýrismaðurin aftaná fundin mánadagin.

(Løgmálaráðið)

Seinastu tíðindi
19/12/2024
Integratións­lógin samtykt (LMR)

Løgtingið hevur í dag samtykt lógaruppskotið um integratión frá Bjarna K. Peters…

18/12/2024
Nýggjur faldari til útlendsk starvs­fólk

Útlendingastovan hevur í samstarvi við Vinnuhúsið gjørt nýggjan faldara til útle…

16/12/2024
Granskari: Børn hjá tilflytarum ikki somu atgongd til útbúgving (KvF)

Tað er nógv, sum bendir á, at Føroyar ikki í nóg stóran mun lúka krøvini um útbú…

16/12/2024
Øll taka undir við integratións­lóg­ini (KvF)

Ein samd rættarnevnd tekur undir við uppskotinum hjá Bjarna K. Petersen, landsst…