Tørvur á fleiri bústøðum til ukrainsk flóttafólk (KVF)
Bústaðirnir, sum hava verið brúktir til flóttafólkini, skulu nú brúkast til ferðavinnu
Tørvur er á fleiri bústøðir til ukrainsk flóttafólk í Føroyum.
Tað sigur Durita Kastalag, integratiónsvegleiðari á Útlendingastovuni.
Tað hevur gingið væl at fáa bústaðir til flóttafólkini, sum higartil eru komin til landið, men fleiri bústaðir, sum hava verið brúktir til flóttafólk, skulu í næstum brúkast til ferðavinnu, sigur Durita Kastalag.
119 ukrainar hava fingið uppihaldsloyvi eftir serlógini um flóttafólk, síðani Russland gjørdi innrás 24. februar í fjør.
Durita Kastalag var í Breddanum fyrrapartin. Allur Breddin kann hoyrast her.

Úrslit frá kanning um ukrainsk flóttafólk í Føroyum
Ein nýggj frágreiðing, sum lýsir heilsustøðu og gerandislív hjá ukrainskum flótt…

Integratiónslógin samtykt (LMR)
Løgtingið hevur í dag samtykt lógaruppskotið um integratión frá Bjarna K. Peters…

Nýggjur faldari til útlendsk starvsfólk
Útlendingastovan hevur í samstarvi við Vinnuhúsið gjørt nýggjan faldara til útle…

Granskari: Børn hjá tilflytarum ikki somu atgongd til útbúgving (KvF)
Tað er nógv, sum bendir á, at Føroyar ikki í nóg stóran mun lúka krøvini um útbú…