28/01/2023

Integratión kemur ikki av sær sjálvum (KVF)

Integratiónsnevndin í Klaksvík skipaði í dag fyri hugnaløtu, sum hevði til endamáls at skapa trivnað og virka fyri, at tilflytarar verða betur integreraðir í samfelagið.

Hugnaløtan var á Biskupstorginum, har tað bar til at standa á skoytum ella fáa sær heitt kaka og bollar, og tey vóru ikki so fá, ið tóku av tí møguleikanum – bæði føroyingar og tilflytarar.

– Eg haldi, at tiltakið hevur eydnast væl, sigur Heini Ziska Dal, sum er við í integratiónsnevndini, hevur síðani 2006 verið giftur við Liezel úr Filipsoyggjum, og tí kennir hann nokk so nógv til júst integratión.

Daria Zellmer, sum er fødd og uppvaksin í Polandi, men síðani flutti til Colorado í USA, haðani hon flutti til Føroya, sigur tað ongantíð vera lætt at koma sum fremmandur til nakað nýtt.

– Men tað hjálpir væl at læra seg málið, og tá ið eg gjørdist mamma, kom eg at kenna fleiri fólk, og eisini hevur svigarfamiljan verið mær til stóra hjálp, sigur Daria Zellmer, sum býr og er gift í Klaksvík.

Bæði hon og Heini Ziska Dahl eru við í Integratiónsnevndini í Klaksvík. Nevndin hittist einaferð um mánaðin, har tey millum annað taka ymiskt upp, sum er aktuelt, og so verður eisini skipað fyri ymiskum tiltøkum, sum tí í dag.

(KVF)

Seinastu tíðindi
26/03/2025
Úrslit frá kanning um ukrainsk flótta­fólk í Føroyum

Ein nýggj frágreiðing, sum lýsir heilsustøðu og gerandislív hjá ukrainskum flótt…

19/12/2024
Integratións­lógin samtykt (LMR)

Løgtingið hevur í dag samtykt lógaruppskotið um integratión frá Bjarna K. Peters…

18/12/2024
Nýggjur faldari til útlendsk starvs­fólk

Útlendingastovan hevur í samstarvi við Vinnuhúsið gjørt nýggjan faldara til útle…

16/12/2024
Granskari: Børn hjá tilflytarum ikki somu atgongd til útbúgving (KvF)

Tað er nógv, sum bendir á, at Føroyar ikki í nóg stóran mun lúka krøvini um útbú…