30/11/2022

Valtiltak um integratión / Election Forum on integration

Mikukvøldið 30. novembur kl. 19 verður valtiltak á enskum á Reinsarínum. Tiltakið er serliga ætlað teimum, sum ikki skilja føroyskt, men øll við áhuga í integratión, tilflyting og útlendingaøkinum eru sjálvandi hjartaliga vælkomin.

(English Below)

Á tiltakinum fara vit at geva flokkunum høvið í stuttum greiða frá teirra politisku sjónarhornum og valskrá, men tað er serliga evnið integratión, sum vit fara at viðgera á tiltakinum.

Síðani farna val eru fleiri enn 500 tilflytarar komnir afturat til  Føroya. Í januar fingu vit eina integratiónslóg til hoyringar, ið ikki náddi aftur í tingið, áðrenn valið var útskrivað. Í Vár hava vit á fyrsta sinni formliga tikið ímóti flóttafólki í Føroyum. Og fleiri enn 400 fólk arbeiða nú í Føroyum gjøgnum fast track-skipanina.

Men hvørjar ætlanir hava politisku flokkarnir á útlendinga- og integratiónsøkinum? Hvør hevur ábyrgdina av góðari integratión? Hvussu tryggja vit, at tilflytarar læra føroyska málið?

Hetta eru nakrir av spurningunum, vit spyrja á fundinum 30. novembur.

Skráin fyri fundin er hendan:

19.00 Kalpana Vijayavarathan, orðstýrari, bjóðar vælkomin

19.10 Regin Berg, samfelagsfrøðingur, greiðir frá um politisku

skipanina í Føroyum

19.30 Pallborðsfundur: Evnini verða:

Integratión: Leiklutir og ábyrgd

Integratión: undirvísing í føroyskum og føroyska undirvísingarskipanin

 

Eisini verður møguleiki hjá áhoyrarunum at seta spurningar.

Allir politisku flokkarnir verða umboðaðir.

 

Øll eru hjartaliga vælkomin.

 

Útlendingastovan, Integratiónssamskiparin í Tórshavnar kommunu, og

Amnesty International Føroyar skipa fyri tiltakinum.

Klaksvíkar-, Eystur- og Vága kommuna syrgja fyri, at tiltakið verður stroymt.

 

Livestream: https://www.youtube.com/watch?v=EZRtgbRQZBM

--------------------------------------------------------------------------------------------------

Election forum on integration in English

On Wednesday, November 30th at 7pm, an election forum in English will be held at Reinsaríð. The forum is organized especially for those who do not speak English, but we also welcome everyone who has interest in integration and migration.

Since the last election, more than 500 immigrants have moved to the Faroes. In January this year, an integration bill was sent for a cross-examination, but unfortunately, it was not presented in the parliament before the snap election was called. This spring, the Faroes received its very first refugees from Ukraine. In addition, we have over 400 workers in the Faroes who have come through the Fast-Track program.

However, what future plans do the political parties have in regard to migration and immigration? Who is responsible for good integration? How can we ensure that immigrants learn the Faroese language?

These are some of the questions we will ask in the forum on November 30th.

The program for the evening:

19.00 Kalpana Vijayavarathan, moderator, welcomes the

19.10 Regin Berg, social scientist, explains about the political system in the Faroe Islands

19.30 Panel discussion: The themes are:

Integration: Roles and responsibilities

Integration: Faroese language course and the Faroese language education program

 

The audience will have an opportunity to ask the political candidates their questions.

All the political parties are represented in the election forum.

 

Everyone is welcome to attend.

 

Útlendingastovan, Integration coordinator from Tórshavn municipality, and

Amnesty International Føroyar are organizers of the election forum.

 

Streaming is sponsored by: Klasvík, Vága, and Eystur municipality.

Link to streaming: https://www.youtube.com/watch?v=EZRtgbRQZBM

Seinastu tíðindi
10/04/2024
Skeið: Avbjóðingar í integratións­arbeiðinum

Útlendingastovan bjóðar tær á skeið um tað, at arbeiða við børnum ella vaksnum n…

04/04/2024
Viðvíkj­andi undirvísing í føroyskum sum annaðmál 2024/­2025 /­ Regarding the teaching of Faroese as a second language 2024/­2025

Viðvíkjandi undirvísing í føroyskum sum annaðmál 2024/2025 Eitt lógaruppskot vi…

08/02/2024
Málskúlin er á veg (KvF)

Lógaruppskotið um málskúla í føroyskum sum annaðmál verður lagt fram í hesari ti…

05/02/2024
Peningur settur av at yvirtaka arbeiðs- og uppihalds­loyvi (KvF)

Arbeiðsgevarin eigur í størri mun at hava ábyrgd av teimum útlendingunum, sum ko…