12/09/2021

Nógvir útlendskir tilflytarar á fundi í SALT í dag (in.fo)

Tiltakið fyri útlendingar í Salt í dag riggaði stak væl, sigur Lív Næs, samskipari

Gott og væl 60 útlendingar búsitandi í Suðuroynni vóru savnaðir saman til kunnandi tiltak um føroyskt sum annaðmál, sum eftir ætlan byrjar síðst í september.

Hetta er ein verkætlan, sum hevur verið arbeitt miðvíst ímóti, um at øll suðuroyggin stendur saman um eitt felags tilboð.

Afturat kunningini um undirvísingina komandi ár, greiddi Ashley Houslin frá hennara uppliving at flyta úr Jamaica til Suðuroynna. Hon greiddi hegnisliga frá á enskum, hóast hon nú tosar føroyskt og hevur lokið miðnám í Hovi, eftir at hon hevur búð 6 ár í Føroyum. Marjun Lómaklett, nýggi integratiónspresturin sendi eina videoheilsan, tí hon ikki fekn verid við, og fingu øll handað faldara frá henni.

Eisini luttóku David Im og Durita Kastalag frá Útlendingastovuni, og frálíkir tónar vóru at hoyra frá Inga Poulsen og Danny Baldursson.

(in.fo)

Seinastu tíðindi
10/04/2024
Skeið: Avbjóðingar í integratións­arbeiðinum

Útlendingastovan bjóðar tær á skeið um tað, at arbeiða við børnum ella vaksnum n…

04/04/2024
Viðvíkj­andi undirvísing í føroyskum sum annaðmál 2024/­2025 /­ Regarding the teaching of Faroese as a second language 2024/­2025

Viðvíkjandi undirvísing í føroyskum sum annaðmál 2024/2025 Eitt lógaruppskot vi…

08/02/2024
Málskúlin er á veg (KvF)

Lógaruppskotið um málskúla í føroyskum sum annaðmál verður lagt fram í hesari ti…

05/02/2024
Peningur settur av at yvirtaka arbeiðs- og uppihalds­loyvi (KvF)

Arbeiðsgevarin eigur í størri mun at hava ábyrgd av teimum útlendingunum, sum ko…