03/07/2021

Vit fjølgast og eru fjølbroyttari enn vit geva okkum far um (Vága Kommuna)

At flyta til eitt nýtt land kann vera spennandi og læruríkt, men eisini til tíðir avbjóðandi. Tað er heldur ikki altíð lætt at vita, hvønn ein skal venda sær til fyri at fáa ráð og vegleiðing.

Nýggjastu hagtølini vísa, at tað búgva 64 fólk frá 22 ymiskum londum í Vága kommunu. Hetta er tekin um stórt fjølbroyttni, og eru tey ein gáva og styki fyri kommununa, at kunna fevna so breitt.

Men tað hevur týdning, at tilflytarar kenna seg vælkomnar, at tey fáa góða kunning og vegleiðing, so tey kunnu trívast og mennast saman við okkum í kommununi.

Útlendingastovan hevur seinastu árini framleitt nógva góða kunning til útlendskar tilflytarar, og á heimasíðuni hjá Vága kommunu er ein síða á enskum Integration (EN), ogna tilflytarum, við kunning og vegleiðing um møguleikar í kommununi og sum vísir til kunning á síðuni hjá Útlendingastovuni.

Familjuvinir

Eisini Reyði Krossur Føroya arbeiður við at lætta um tilveruna sum tilflytari. Tey hava nýliga stovnað eitt nýtt tilboð tey nevna Familjuvinir. Hetta er eitt tilboð har sjálvboðin kunnu tekna seg sum familjuvinir hjá tilflytarum. Tað kann vera sum einstaklingur ella familja, at gera mun fyri eina tilflutta familju ella ein tilflytara, sum ikki hevur eitt stórt føroyskt netverk.

Ein sjálvboðin familjuvinur er ein, ið hevur hug at knýta vinarbond og er áhugað/ur í at hjálpa tilflytarum at fella til. Saman kann man t.d. menna og venja føroyska málið og tosa um føroysk viðurskifti, ganga túrar o.a.

Meir kunning um hvussu tú kann gerast Familjuvinir kann lesast í faldarinum á síðuni Integrasjón og ensku síðuni Integration (EN) og eitur the Family Network. Faldarin er bæði á føroyskum og enskum.

Báðar síðurnar eru nýggjar og verða javnan dagførdar við nýggjari kunning.

(Vága Kommuna)

Seinastu tíðindi
10/04/2024
Skeið: Avbjóðingar í integratións­arbeiðinum

Útlendingastovan bjóðar tær á skeið um tað, at arbeiða við børnum ella vaksnum n…

04/04/2024
Viðvíkj­andi undirvísing í føroyskum sum annaðmál 2024/­2025 /­ Regarding the teaching of Faroese as a second language 2024/­2025

Viðvíkjandi undirvísing í føroyskum sum annaðmál 2024/2025 Eitt lógaruppskot vi…

04/04/2024
Viðvíkj­andi undirvísing í føroyskum sum annaðmál 2024/­2025 /­ Regarding the teaching of Faroese as a second language 2024/­2025

Viðvíkjandi undirvísing í føroyskum sum annaðmál 2024/2025 Eitt lógaruppskot vi…

08/02/2024
Málskúlin er á veg (KvF)

Lógaruppskotið um málskúla í føroyskum sum annaðmál verður lagt fram í hesari ti…