Vegleiðing til kommunur – Integratión av nýggjum tilflytarum

Sambært integratiónslógini hevur ein kommuna ábyrgd av at reka hesar uppgávurnar: 

  • Høvuðsábyrgdina av kunningini og vegleiðingini í sínum øki
  • Skipa fyri kunnandi fundum
  • Seta ein integratiónssamskipara (í seinasta lagi 1. juli 2026)
  • Gera tænastur atkomuligar fyri tilflytarar og virka fyri teirra luttøku í samfelagnum
  • Luttaka á integratiónsfundinum
  • Fremja integratiónsfremjandi tiltøk
  • Gera eina trivnaðarætlan (frá 1. juli. 2026)