Tilflytarar sleppa ikki at nýta sínar førleikar (KvF)
Elisabeth Holm hevur skrivað ph.d-ritgerð um tilflytarar og føroyskt mál
Tað samfelagsmálsliga landslagið í Føroyum broytist við rúkandi ferð.
Hetta er grundarlagið undir ph.d-ritgerð, sum Elisabeth Holm hevur staðið á Heriot-Watt University í Edinburgh. Evnið er "Nýggjar tíðir, nýggir føroysktmæltir borgarar og arbeiðsmarknaðarinklusión".
Eini 2000 fólk í Føroyum eru ikki danskir statsborgarar. Tað svarar til næstan fýra prosent av fólkatalinum. Fyri 25 árum síðan var hetta talið 0,8 prosent. Tað merkir sostatt, at nógv fólk, sum koma til Føroya í dag, duga hvørki føroyskt ella danskt.
Elisabeth hevur kannað tilflytarar - av øðrum uppruna enn norðurlendskum - sum arbeiða á fiskavirkjum og í reingerðarstørvum; hon hevur tosað við 29 fólk, tær flestu kvinnur. Hon hevur kannað, hvussu tað hevur gingist hjá hesum tilflytarum at læra føroyskt, og hvørjar avbjóðingar tey hava at sleppa inn á føroyska arbeiðsmarknaðin at brúka sínar førleikar.
Og tað vísti seg, at tveir triðingar av teimum, sum hon tilvildarliga tosaði við, høvdu hægri útbúgvingar, sum tey ikki sleppa at brúka.
– Tey flestu hildu tað vera øgiliga keðiligt, tey kenna seg stagnerað á føroyska arbeiðsmarknaðinum, tí hóast tey royna - fleiri av teimum, sum eg havi tosað við hava søkt nógv størv - so fáa tey einki. Antin hoyra tey einki frá arbeiðsgevaranum, ella fáa tey noktandi svar. Orsøkina siga arbeiðsgevararnir vera, at tey duga ikki nógv væl føroyskt - ella duga tey ikki nóg væl danskt, sigur Elisabeth Holm.
Elisabeth Holm valdi granskingarevnið, tí hon altíð havt áhuga fyri tilflytarum, og at vit skapa eitt samfelag í Føroyum, har øll eiga málið - og ikki bara tey, sum tosa ideal-málið.
– Vit skulu ikki bara hyggja eftir, hvat tey ikki duga, men vit mugu síggja hesi fólkini sum eitt tilfeingi, sigur hon.
Hoyr alla samrøðuna við Elisabeth Holm her.
Sign up for Faroese as a second language for adult newcomers (UVS)
Have you just arrived in the Faroe Islands or are you new to the Faroese languag…
Kunnandi fundir og verkstova um integratión og fjølmentan
Kunnandi fundir fyri tilflytarar Í sambandi við, at integratiónslógin kom í gil…
Clarissa Poulsen: Fra Rio i Brasil til undervisning i andetsprog på Færøerne (NVL)
Clarissa Poulsen er i dag koordinator for færøsk som andetsprog i det færøske un…
Gigni: Útlendsk børn krevja meira av heilsufrøðingum (KVF)
Meira enn helvtin av útlendsku familjunum hevur fingið eykavitjanir, og summi ha…