17/07/2024

Nýggjur faldari fyri útlendingar / New folder for foreigners (AMMR)

Nýggjur faldari er nú komin, sum hevur til endamáls at tryggja tilflytarum upplýsing um síni rættindi í føroyska samfelagnum, og hvagar tey skulu venda sær fyri at søkja sær hjálp. // A new folder has been launched to ensure that immigrants are well-informed about their rights in Faroese society and where they can seek help.

Fyrsta heildarætlanin um harðskap í parlagi og nærsambondum frá 2012 hevði eitt upplýsandi og fyribyrgjandi átak, ein faldara, ið serliga vendi sær til útlendskar kvinnur við uppihaldsloyvi í Føroyum. Við átaki 5 í teirri nýggju heildarverkætlanini frá 2023, varð støða tikin til at dagføra hetta tilfarið sum upplýsing til tilflytarar. 

Tað hevur seinastu árini víst seg ein støðugur vøkstur í talinum á tilflytarum til Føroya, og tørvurin á einum faldara sum hesum er sannlíkt enn størri enn áður. Sama myndin vísir seg í grannalondunum, har tey gera serligar loysnir fyri at hjálpa útlendskum kvinnum, ið eru í einari serliga viðkvæmari støðu, tá tær eru fyri harðskapi í parlagi. Hesar kvinnurnar hava nevniliga, í nógvum førum, ikki somu sosialu trygdarskipan, sum føroyskar kvinnur vanliga hava. 

Royndirnar úr Kvinnuhúsinum vísa framvegis, at fleiri av hesum kvinnunum als ikki kenna nokk til føroyska samfelagsbygnaðin, hvørji rættindi tær hava, og hvørjar myndugleikar tær kunnu seta seg í samband við, um tær eru fyri harðskapi, eins og hvagar tær skulu venda sær við ymiskum viðurskiftum, eisini um børnini. Somuleiðis uppliva fleiri teirra, at makin hóttir við, at tær verða sendar av landinum, um tær boða nøkrum frá harðskapinum. Hesi viðurskifti undirbyggja somuleiðis, at neyðugt er at dagføra og tillaga tilfarið úr fyrru heildarætlanini og geva tað út av nýggjum. 

Faldarin finst á prenti, har teksturin er at finna á seks málum: enskum, filipinskum, rumenskum, sponskum, thai og ukraniskum Til ber somuleiðis at taka niður teldutøka útgávu av faldara við øllum seks málum, sí leinkju:

Tak niður faldara fyri útlendingar 

Útgávur við faldaranum fyri hvørt málið sær finnast somuleiðis teldutøkar undir somu leinkjui, sí myndir við leinkjum niðasti.

Saman við Sig frá/Almanna- og mentamálaráðið, eru tað Útlendingastovan og Kvinnuhúsið, sum hava staðið fyri arbeiðinum. 

////////////////////////////////////////////////////////////////////////////////////////////////////////////////////////////////

The first comprehensive plan on domestic and intimate partner violence, introduced in 2012, included an information and prevention campaign featuring a folder specifically designed for foreign women with residence permits in the Faroe Islands. With the introduction of initiative 5 in the new project from 2023, it was decided to update this material to provide information for all immigrants.

In recent years, the number of immigrants to the Faroe Islands has steadily increased, making the need for such a folder even more pressing. Similar trends are observed in neighboring countries, where special measures are implemented to assist foreign women in particularly vulnerable situations when facing domestic violence. Often, these women lack the social security systems that Faroese women typically have access to.

Experiences from the Women's House reveal that many of these women are not sufficiently aware of the structure of Faroese society, their rights, or which authorities they can contact if they are subjected to violence. They also frequently lack information on where to turn for various issues, including matters involving their children. Furthermore, many face threats from their spouses about deportation if they report the violence. These factors underscore the importance of updating and reissuing the material from the previous master plan.

The brochure is available in print, with text in six languages: English, Filipino, Romanian, Spanish, Thai, and Ukrainian.

Download the folder for foreigners

Electronic versions of the folder in each language are also available through the same link, with images and links at the bottom.

The Ministry of Social Affairs and Culture, along with the Immigration Service and the Women's House, have collaborated on this initiative.

Seinastu tíðindi
19/12/2024
Integratións­lógin samtykt (LMR)

Løgtingið hevur í dag samtykt lógaruppskotið um integratión frá Bjarna K. Peters…

18/12/2024
Nýggjur faldari til útlendsk starvs­fólk

Útlendingastovan hevur í samstarvi við Vinnuhúsið gjørt nýggjan faldara til útle…

16/12/2024
Granskari: Børn hjá tilflytarum ikki somu atgongd til útbúgving (KvF)

Tað er nógv, sum bendir á, at Føroyar ikki í nóg stóran mun lúka krøvini um útbú…

16/12/2024
Øll taka undir við integratións­lóg­ini (KvF)

Ein samd rættarnevnd tekur undir við uppskotinum hjá Bjarna K. Petersen, landsst…