Væleydnað tailendskt tiltak (Hvannasunds Kommuna)
Fríggjakvøldið tann 28. oktober varð skipað fyri tailendskum hugnakvøldi á skúlanum á Fossánesi. Áleið 170 fólk komu til tiltakið.
Byrjað var kl. 17 við tailendskum mati: glasnudlum við høsnarunga, rísi og varrullum. Síðan var møguleiki at keypa sær kaffi og kaku frá næmingum í 6. og 7. flokki.
Á skránni var eisini ein Kahootkapping. Ida Bjørg Hansen gjørdist hepni vinnarin av kappingini.
Næmingar og lærarar á skúlanum á Fossánesi hava vikuna fram til tiltakið havt eina tailendska evnisviku, har tey hava gjørt plansjur um bæði tailendskan mat, djór, átrúnað, fruktir o.s.fr. Eisini hava tey evnað, teknað og málað ymiskt, millum annað ein stóran fíl.
Í Barnahúsinum Imba høvdu børn og starvsfólk eisini gjørt burtur úr við at klippa, líma plansjur. Alt hetta var at síggja í framsýningarrúminum, sum var opið á tiltakinum.
Børn og vaksin gjørdu eisini brúk av verkstovu, sum næmingarnir høvdu lagt til rættis, har møguleiki var at tekna og perla ymiskt tailendskt.
Tiltakið var eitt samstarv millum tær tailendsku kvinnurnar í kommununi, kommununa, skúlan og dagstovnin.
Sign up for Faroese as a second language for adult newcomers (UVS)
Have you just arrived in the Faroe Islands or are you new to the Faroese languag…
Kunnandi fundir og verkstova um integratión og fjølmentan
Kunnandi fundir fyri tilflytarar Í sambandi við, at integratiónslógin kom í gil…
Clarissa Poulsen: Fra Rio i Brasil til undervisning i andetsprog på Færøerne (NVL)
Clarissa Poulsen er i dag koordinator for færøsk som andetsprog i det færøske un…
Gigni: Útlendsk børn krevja meira av heilsufrøðingum (KVF)
Meira enn helvtin av útlendsku familjunum hevur fingið eykavitjanir, og summi ha…