11 tjóðskapir á Sandoy Seafood (KvF)
Fimta hvørt arbeiðsfólk í fiskavøruídnaðinum á landi kemur úr londum uttan fyri Evropa. Uttan útlendingar hevði arbeiðið steðgað upp, sigur stjórin á Sandoy Seafood
Síðsta hálva árið er talið á útlendingum í føroysku fiskivinnuni hækkað munandi.
Á Sandoy Seafood siga tey 'fiskur' á fleiri málum, tí á flakavirkinum í Skopun arbeiða fólk úr 11 ymiskum londum.
Uttan útlendsku fólkini hevði arbeiðið steðgað upp, sigur Martin Olsen, stjóri á Sandoy Seafood.
Arbeiðsloysið í Føroyum er søguliga lágt, og tað hevur leingi verið trot á arbeiðsmegi - nakað, sum tey eisini hava merkt í Skopun.
Á Sandoy Seafood er talið væl hægri - umleið 35 prosent.
Hóast flakavirkið í fleiri ár hevur havt útlendsk starvsfólk, so ger nýggja "Fast track"-skipanin tað lættari at fáa fleiri starvsfólk til Føroya.
Men tað er ikki uttan avbjóðingar, tí øll duga ikki enskt.
Heldur ikki er lætt at finna eitt teimum eitt stað at búgva.
Útlendingastovan luttekur í nýggjari verkætlan um ungar NEET-bólkar í Føroyum
Útlendingastovan luttekur í nýggjari verkætlan um ungar NEET-bólkar í Føroyum Ú…
Jobmatch 2025
Would you like to expand your professional network? If so, we invite you to take…
Sign up for Faroese as a second language for adult newcomers (UVS)
Have you just arrived in the Faroe Islands or are you new to the Faroese languag…
Kunnandi fundir og verkstova um integratión og fjølmentan
Kunnandi fundir fyri tilflytarar Í sambandi við, at integratiónslógin kom í gil…

