Language, inclusion and labour markets seminar (endað)

The seminar was a collaboration between Nordisk Netværk for Voksnes Læring and Útlendingastovan to answer the following question:

  • In what ways can adult education and learning contribute to better inclusion in society and to labour market integration?

 

Here below, you can find an overall summary and findings of the seminar: 

Mál, inklusión og arbeiðsmarknaður
 

Umleið 70 fólk umboðandi útbúgvingarstovnar, feløg, arbeiðspláss, myndugleika, áhugapartar umframt tilflytarar og onnur áhugað vóru savnaði til seminarið “Mál, inklusión og arbeiðsmarknaður” í Smæruni tann 23. August 2017.

Seminarið var eitt samstarv millum Norðurlendska netverkið fyri vaksnamannalæru (NVL) og Útlendingastovuna, samsvarandi raðfestingunum hjá Norðurlendska ráðharraráðnum um samstarv í samband við inklusión og integratión av tilflytarum. Høvuðsevnið á seminarinum var spurningurin “Í hvønn mun kann vaksnamannaútbúgving og læra viðvirka til betri inklusión í samfelagið og á arbeiðsmarknaðinum?

Endamálið við seminarinum var at savna viðkomandi áhugapartar, fyri at kjakast um væleydnaða inklusjón í samfelagnum og á arbeiðsmarknaðinum, við høvuðsdenti á upplivingarnar hjá tilflytarum – teirra málsligu avbjóðingar, og avbjóðingar í mun til arbeiðsmarknaðin.

Eftir at David Im frá Útlendingastovuni hevði bjóðað vælkomin, byrjaði seminarið við at aðalstjórin í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, Herálvur Joensen, setti dagin við einari røðu um týdningin av at leggja alt meira dent á integrasjón og inklusjón í føroyska samfelagnum, tá alsamt fleiri tilflytarar koma til Føroya. Vit eru í gongd við at gerast meira tilvitaði um umstøðurnar hjá tilflytarum fyri at betra um integratiónina, eitt nú við at kommunur fokusera á tilflytarar, og vera integratiónssamskiparar settir í starv, men enn er nógv eftir, áðrenn komið verður á mál. Ein av avbjóðingunum er tann stóra útbreiðslan av danska málinum í Føroyum, sum avmarkar møguleikarnar hjá tilflytarunum, sum ikki duga danskt, at ogna sær vitan, og at verða settir í starv í Føroyum.

Fyrsti fyrilesturin var við Bernadette O’Rourke professara á Heriot-Watt University í Edinburg. Evnið var “New Speakers in a multilingual Europe: Opportunities and Challenges”. Í 2007 staðfesti ein frágreiðing hjá EU- samstarvinum, at nærum øll limalondini kunnu verða allýst sum fleirmælt og fjølmentaði. Hetta krevur at limalondini lokalt, regionalt og landanna millum eiga at gera langtíðarætlanir, sum skulu lætta um samskiftið tvørturum málsligu og mentanarligu forðingarnar millum íbúgvarnir. Hóast limalondini hava roynt at fingist við problematikkin, hevur tað víst seg, at tað framvegis eru somu hevdbundnu tjóðskaparligu áskoðanirnar, sum londini upprunaliga vóru bygd á, sum eru ráðandi – hesar áskoðanirnar byggja á málsligan homogenitet, tjóðskap og monolingualismu. Hendan áskoðanin hevur verið við til at varðveita eina hierarkiska uppdeiling og mismun ímillum tey sum tosa málið sum móðurmál og tey sum eru nýmælt. Hugmyndaliga er munur á at tosa eitt mál sum móðurmál og at vera nýmæltur. Hetta merkir, at áskoðanirnar og kenslurnar eru øðrvísi mótvegis teimum sum eru nýmælt og tosa við máltóna, enn mótvegis teimum sum tosa málið sum móðurmál. Granskingarverkætlanin “New Speakers in a multilingual Europe: Opportunities and Challenges” roynir at lýsa og varpa ljós á hendan munin, og at vísa á fordómar ímóti teimum nýmæltu. Serliga hyggur verkætlanin eftir, hvussu nýmælt ogna sær eitt minnilutamál/minniluta-máltóna, sum brýtur frá vanliga málinum, eitt nú írskt.

Næsti fyrilesturin var við Elisabeth Holm, ph.d. studenti á Heriot-Watt University í Edinburg. Við yvirskriftini “Tað kemur! Tilgongd og royndir hjá tilflytarum at fáa atgongd til arbeiðsmarknaðin” legði hon fram nøkur tema úr ph.d granskingarverkætlanini hjá sær. Yvirskriftina hevði hon valt, tí setningurin “Tað kemur” er ein setningur sum tilflytarnir hon hevur tosað við, javnan blíva møttir við, tá ið teir tosa um vantandi arbeiðið, ella vantandi møguleikarnir á arbeiðsmarknaðinum. Hesin setningurin er tískil vorðin umboðandi fyri bæði teirra bíðistøðu, og umboðar eisini manglandi initiativið til at gera nakað ítøkiligt við trupulleikan frá almennari síðu.

Við at kanna útbúgvingarnar hjá tilflytarunum, teirra royndir á arbeiðsmarknaðinum, og hvussu núverandi arbeiðið samsvarar við útbúgvingina og framtíðardreymar fyri arbeiðslívið, roynir verkætlanin at finna útav hvørjar høvuðsavbjóðingarnar hjá hesum tilflytarunum eru, í mun til arbeiðsmarknaðin og integratión. Kanningin hevur víst á viðurskifti sum ikki eru í lagi, m.a. vantandi møguleikar at gagnnýta førleikar, avmarkað atgongd til málskeiðir, vantandi møguleikar at nema víðkað skeið í føroyskum og vantandi møguleikar at læra danskt. Harumframt mangla Føroyar ein yvirskipaðan integratiónspolitikk, og amboð til at meta um førleikar hjá tilflytarum eftir.

Eftir ein kaffisteðg tosaðu trý ‘nýmælt’  um teirra royndir við at læra føroyskt og um avbjóðingar í sambandi við teirra leið inn á føroyska arbeiðsmarknaðin.

Tann fyrsta var Alice Mortensen, sum hevur franskt sum móðurmál. Hon flutti til Føroyar fyri 12 árum síðani, við føroyska manni sínum. Hon hevur tikið eina útbúgving innan handilsvirksemi við serligum atliti til íverksetan í London, og hevur eisini starvsroyndir bæði í Frankaríki og Onglandi. Hóast føroyingar eru fyrikomandi og hon kendi seg vælkomna millum føroyingar annars, hevði hon sera torført við at fáa eitt starv sum samsvaraði við hennara førleikar. Hon søkti nógv ymisk størv sum vóru samsvarandi hennara førleikum , men var fyrsta starvið hon fekk, eitt starv sum køkshjálp har hon vaskaði upp og hjálpti til við at matgera. Hon vildi sera gjarna gerast ein partur av føroyska samfelagnum og byrjaði eisini beinanvegin uppá skeið í føroyskum fyri nýbyrjarar. Hon kendi hetta møtimikið, tí hon júst var flutt til Føroyar, og skuldi venja seg við at vera í Føroyum samstundis. Av tí at tað tá ikki var nakað víðkað skeið í føroyskum fyri tilflytarar, tók hon byrjaraskeiðið tvær ferðir. Hon helt áfram at søkja størv og var eitt nú til setanarsamrøðu hjá Eik banka, men gjørdist her fyrstu ferð varug við, at hon ikki dugdi danskt, og at hetta var ein treyt fyri at fáa starvið og nógv onnur størv í Føroyum. Eftir at hava starvast sum køkshjálp í eina tíð, og eftir at hava søkt nógv størv, fekk hon starv sum hjálparfólk á einum barnagarði, og var orsøkin til at hon fekk hetta starvið tann, at leiðarin á hesum barnagarðinum sá tað sum eina styrki at hon tosaði eitt annað mál og var tilflytari, og at júst hetta kundi vera mennandi fyri børnini. Eftir fýra ár í Føroyum fekk hon børn, og avgjørdi at vera heima og ansa børnunum og fór tískil av arbeiðsmarknaðinum í eitt áramál. Tá hon vildi út aftur á arbeiðsmarknaðin avgjørdi hon fyrst at taka 9. Flokk fyri at læra málið enn betur. Eftir hetta hevur hon havt nøkur fyribilsstørv, eitt nú sum undirvísari í fronskum á miðnám. Hon leitar enn eftir einum starvi í Føroyum, har ið hon fær nýtt sínar førleikar til fulnar.

Tann næsti tilflytarin at tosa, var 47 ára gamla Andreea Lygia Popescu úr Rumenia. Hon hevur eina masterútbúgving úr Rumenia í maskinverkfrøði og flutti til Føroyar við føroyska manninum fyri umleið 15 árum síðani. Í Rumenia arbeiddi hon hjá einari amerikanskari oljufyritøku sum verkfrøðingur. Tá ið hon og maðurin byrjaðu at tosa um at flyta til Føroyar helt maður hennara fyri, at tað nokk ikki fór at vera nakar trupulleiki hjá henni at fáa eitt starv í Føroyum, men tað vísti seg, at hann fór heilt skeivur av hesum. Tey fyrstu 3 árini søkti hon starv á øllum oljufyritøkunum í Føroyum, uttan úrslit. Eftir nøkur ár fekk hon, ígjøgnum mannin, sum arbeiddi hjá Shell, eitt starv í sølubúðini hjá Shell á Frælsinum, har ið hon arbeiddi í nøkur ár. Henni dámdi ikki hetta arbeiðið, m.a. orsakað av at hon ikki var so góð til at tosa føroyskt, og fór hon eftir eina tíð í eitt starv sum vaskikona í SMS. So hendi tað sum hon hevði bíðað eftir, og fekk starv sum verkfrøðingur, hon kendi seg øgiliga hepna og var glað fyri starvið. Arbeiðsøkið var tó annarleiðis enn tað sum hon var útbúgvin til og vóru allar hondbøkurnar á donskum. Eftir trý ár kom fíggjarkreppan og gjørdist hon tá aftur arbeiðsleys í nøkur ár. Ein vinkona hennara arbeiddi hjá Sjóvinnustýrinum og hevði hon søkt fleiri størv hjá teimum hóast hon ikki hevði røttu førleikarnir. Hon endaði við at fara í ALS – starvsvenjing hjá teimum, og hevði síðani fleiri fyribilsstørv og er nú aftur arbeiðsleys. Hon hevur fingið undirvísing í føroyskum fleiri ferðir, men heldur at undirvísingin hevur verið misjøvn, hon hevur heldur ikki havt møguleika at ganga til dagundirvísing, tá hon hevur havt arbeiði. Ein sentral orsøk til, at tað er torført hjá útlendinum at fáa starv, er at arbeiðsgevarar hava ein generellan mótvilja ímóti at seta tilflytarar í starv, og eisini gera fordómar um seg, eitt nú er ein fordómur sum hon hevur merkt, at eysturevropear keypa teirra prógv uppá útbúgving. Hon endaði sína frásøgn við at siga, at hon og aðrir tilflytarar við teirra øðrvísi mentan og málførleika av røttum eiga at vera eitt virði fyri samfelagið.

Tann síðsti tilflytarin at tosa um sítt møti við føroyska arbeiðsmarknaðin, var 31 ára gamli Anthony Darracq úr Frankaríki, sum flutti til Føroyar við føroysku konu síni, fyri einum góðum ári síðani. Hann er útbúgvin innan hotellvinnuna og sum móttøkufólk. Hann hevur búð í Onglandi í nøkur ár, har hann hevur starvast sum kokkur og móttøkufólk, og møtti hann har føroysku komandi konu síni. Eftir at tey eitt skifti høvdu búð í Avstralia, fluttu tey til Frankaríkis, har ið kona Anthony hevði trupult við at fáa eitt starv. Anthony greiðir frá, at í Frankaríki skal ein næstan tosa reint franskt fyri at fáa starv. Okkurt mátti henda, og tey avgjørdu at flyta til Danmarkar, har ið Anthony kundi fara undir læraraútbúgvingina, sum hann hevði havt ein dreym um. Samstundis sum hann tók læraraútbúgvingina á enskum fór hann undir at læra seg danskt, og letur hann sera væl at hesari undirvísingini í mun til undirvísingina í føroyskum í Føroyum, tí hann kundi byrja á byrjunarstøði og síðani fara upp í støði. Hann kom í ein flokk har ið øll vóru á sama støði í donskum, og flutti hann upp í støði, inntil hann fekk prógv uppá at hann kann tosa danskt. Hann fekk síðani starv sum lærari í fronskum á einum donskum skúla. Eftir 4 ár í Danmark avgjørdu tey at flyta til Føroyar. Í Føroyum meldaði hann seg beinanvegin til skeið í føroyskum fyri byrjarar á kvøldskúlanum og fekk eftir eina tíð, starv sum barrvørður hjá Sirkus. Hann hevur eisini eitt starv í Rúsuni, og hevur eisini undirvíst sum vikarur á fólkaskúla. Tað starvið hevur hann fingið ígjøgnum kenningar, og ásannar hann, at tað er ofta á hendan hátt, at ein fær starv í Føroyum. Hann vil gjarna undirvísa og brúka sína útbúgving sum lærari og hevur søkt lærarastørv, men hevur ikki fingið fast lærarastarv enn.

Eftir at tey trý nýmæltu høvdu havt sínar frásagnir, hevði Hans Jacob Kollslíð, lestrarvegleiðari á miðnám á Kambsdali og MA studentur á vegleiðaraútbúgvingini, eitt upplegg um leiklutin hjá vegleiðarunum sum samskaparar av sosialum rættvísi í Føroyum. Uppleggið hevði støði í hansara ritgerð, sum er í gerð, á vegleiðaraútbúgvingini. Í ritgerðini kannar hann hvørjar tær størstu avbjóðingarnar í føroysku miðnámsskúlaskipanini eru hjá ikki-norðurlendskum tilflytarum og hvussu føroyskir vegleiðarar kunnu vera við til at gera skúlaskipanina meira rættvísa, í mun til tørvirnar hjá hesum tilflytarum.

Samrøður við fólk á mikro-, meso-, og makrostigi benda á, at størstu avbjóðingarnar eru tað danska málið, sum tilflytarar vera noyddir at læra seg, fyri at kunna ganga á miðnámsskúla í Føroyum. Umleið helvtin av undirvísingartilfarinum er á donskum. Miðnámsskúlarnir sakna eina skipaða mannagongd, og meira hjálp og stuðul til frálæruna av hesum næmingunum. Eina yvirskipaða ætlan frá politiskari síðu. Eisini kundi orka verið løgd í, at gera meira føroyskt undirvísingartilfar.

Áðrenn døgurðasteðgin helt professari á Heriot-Watt University, Mike Danson áhugaverdan fyrilestur undir heitinum “Migration, enterprise, policy and inclusive communities”. Hann tosaði um ymisk sløg av tilflytarum og orsøkirnar til migratión. Munirnir millum ymisku støðini flutt verður til – bygd, bý o.s.fr., ymiskar arbeiðsmarknaðir fyri tilflytarnir, mál og mentan á støðunum, og skipanirnar og mentalitetin í londunum flutt verður til, og hvussu hesar ávirka integratiónina. Eisini her varð dentur lagdur á týdningin av at hava yvirskipaðar karmar, fyri at tilflytarar kunnu gerast eitt tilfeingi fyri landið.

Eftir døgurðasteðgin var tað professir emerita, Pirjo Lahdenperä úr Mälardalens högskola í Svøríki sum helt fyrilestur. “Frá monokulturellum til interkulturellan hugburð í sambandi við pedagogikk, margfeldni, inklusjón og integratión” var heitið á fyrilestrinum, og tosaði hon um hugburðin í norðurlondum mótvegis tilflytarum, ymiskar tilgongdir til integratión – interkulturalitet og monokulturalitet, og tvístøður sum stinga seg upp við ymiskum grundáskoðanum til integratión og tilflytarar. Tað tekur tíð at broyta hugburð, og kann “politiska korrektheitin” vera vandamikil, tí tað merkir ofta, at tað ikki verður tosað um tað sum er trupult. Svøríki upplivir segregatión í løtuni, sum m.a. er íkomin av einari monokulturellari tilgongd til integratión.

Seinni parturin av seminarinum fór til bólkakjak.

Tilfar