Altjóða móðurmálsdagur

Altjóða móðurmálsdagur 21. februar - í Barnahúsinum Margit í Klaksvík

Klaksvíkar kommuna hevði trý umboð í arbeiðsbólkinum, sum fór undir at gera bóklingin “Týðandi tættir í námsfrøðiligum arbeiði við fleirmæltum børnum.” Eftir at bóklingurin var komin út, hava umboðini frá arbeiðsbólkinum verið úti á øllum dagstovnunum í kommununi og havt starvsfólkafundir um evnið, har tey hava greitt frá bóklinginum, vegleitt og byrt uppundir arbeiðið við fleirmæltum børnum.

Í hesum sambandi settu dagstovnarnir í Klaksvíkar kommunu sær fyri at arbeiða málrættað við altjóða móðurmálsdegnum í ár, sum var tann 21. februar. Tað var ymiskt, hvussu hvør einstakur dagstovnur hevði valt at taka avbjóðingina upp á seg.

Ann Mari E. Kjølbro, leiðari í Barnahúsinum Margit, greiðir frá, at tey í februar mánað hava varpað ljós á tær tjóðir, sum børn og foreldur á dagstovninum umboða. Á stovninum eru í alt 10 lond umboðað.

Hon greiðir víðari frá, at arbeiðið hevur verið sera stuttligt og ikki minst gevandi, fyri bæði børn og vaksin. Tey hava tosað um fløgg, og hvørji sereyðkenni hvørt einstakt land hevur. Tey hava lært seg sangir og onkur ávís orð á ymiskum málum. Til hetta arbeiðið hava tey fingið góða hjálp frá foreldrum og øðrum.

Tiltakið endaði við, at stovnurin bjóðaði til foreldrakaffi á sjálvum móðurmálsdegnum. Har fingu foreldrini høvi at síggja alt tað, sum børnini høvdu tikist við seinasta mánaðin. Leiðarin greiddi eisini frá um móðurmálsdagin, og hví tey høvdu valt at fordjúpa seg í hesum evninum.

Hetta var fyrstu ferð, at Barnahúsið Margit hevur gjørt nakað serstakt burtur úr altjóða móðurmálsdegnum. Starvsfókini halda, at arbeiðið hevur verið spennandi og ikki minst gevandi, og hava tey longu tikið avgerð um, at tey ætla at seta dagin á skrá aftur í komandi ári.