05/02/2021

Lunnar lagdir undir »Føroyskt sum annaðmál« (UMMR)

Mentamálaráðið hevur seinastu tíðina lagt stóra orku í »Føroyskt sum annaðmál« - og tað hendir ein rúgva á økinum. Í hesi greinini draga vit samanum og geva eina støðumynd av tí, sum arbeitt verður við, tá tað kemur til at læra føroyskt. Heilt frá teimum vaksnu til tey smæstu

Tíðargrein

Seinastu fimm árini er talið av tilflytarum Í Føroyum tvífaldað, og tilsamans 2100 tilflytarar búleikast nú í Føroyum. Umleið 100 lond eru umboðað í Føroyum og umleið 50 ymisk tungumál. Tað hevur givið ein stóran bráðneyðugan tørv á at skipa undirvísing í føroyskum sum annaðmál, og seinastu tíðina er nógv hent hesum viðvíkajndi.

Á vaksnamannaøkinum eru lunnar lagdir undir nýggjan útbúgvingarmøguleika. Síðani heystið 2019 hevur Mentamálaráðið fyrireikað útbúgvingina »føroyskt sum annaðmál«, ið er ætlað vaksnum tilflytarum. Útbúgvingin er skipað í fýra stig og tekur umleið tvey ár tilsamans, um tú byrjar á fyrsta stigi.

Í fleiri ár hava kvøldskúlarnir boðið tilflytarum á styttri ella longri skeið í føroyskum máli. Men tilboðini hava verið sera ymisk kring landið.

Nú er nýggj námsætlan gjørd, og nýggja útbúgvingin er munandi drúgvari enn tey málskeið, sum hava verið boðin út á kvøldskúlunum frammanundan.

Útbúgvingin tekur støði í føroyskum máli, mentan og samfelagsviðurskiftum, og hon er sambærilig við líknandi útbúgvingar í grannalondunum. Vit fylgja altjóða frálæruskipanini sum verður nevnd CEFR. Tað merkir, at vit kunnu leiðbeina tey lesandi inn á rætta torleikastigið sambært altjóða viðurkendum mannagongdum, og at vit kunnu geva næmingunum eitt sambæriliga førleikaváttan. Eftir hvørt av teimum fýra stigunum verður skipað fyri stigroynd og próvhandan.

Seinastu vikurnar hava verið próvtøkur á teimum fýra stigunum, sum undirvíst hevur verið á í hetta farna hálva árið, og í februar byrjar næsta skeið.

Megnar ein lesandi ikki stigroyndina, sleppur viðkomandi ikki víðari til næsta stig. Fyrst krevst meiri undirvísing, inntil undirvísarin metir, at tann lesandi megnar próvtøkuna. Tá verður skipað fyri stigroynd aftur, so at næmingurin sleppur at halda fram á hægri stigi. Á henda hátt verður tryggjað, at næmingurin alla tíðina ger munagóð framstig.

Væl á veg – men enn vantar í

Mánadagin 25.januar hittust lærarar, sum undirvísa tilflytarum kring landið, og sum seinasta hálva árið hava visiterað og undirvíst sambært nýggju útbúgvingarætlanini, fyri at eftirmeta útbúgvingina, ið byggir á tað góða arbeiðið, sum kvøldskúlarnir farnu árini hava gjørt.

Á fundinum fekk Mentamálaráðið eitt livandi innlit í, hvussu avbjóðandi tað er hjá tilflytarum at fáa arbeiðslív, familjulív og útbúgving at sampakka. Eisini var greitt, hvussu tað er at virka sum lærari hjá einum næmingahópi, sum er so samansettur. Og staðfest var, at tað framvegis er tørvur á eftirútbúgving – og á fleiri integratiónssamskiparum.

Eisini hevði verið skilagott at skipað tey drúgvu skeiðini í størri øki, og at styttri skeið kundu hildið fram meira lokalt. Harumframt er tað umráðandi at styrkja møguleikan hjá tilflytarum at vera lestrarvirkin ta tíð, útbúgvingin tekur.

Kjølurin er strektur við undirvísingini – nú snýr tað seg um at byggja uppá.

Tilfar til frálæruna

Bergljót av Skarði, sum í mong ár hevur undirvíst tilflytarum í føroyskum, hevur skrivað tilfar til vaksnamannaundirvísingina í føroyskum sum annaðmál, og tað er nú teldutøkt og lisið inn sum ljóðbøkur.

Hartil arbeiðir Nám við undirvísingartilfari til skúlanæmingar, ið hava føroyskt sum annaðmál. Tvey fólk arbeiða við hesum, og tá ið tað veðrur liðugt, verður tað lagt út á undirvísingarportalin Snar, har bøkurnar hjá Bergljót av Skarði eisini liggja.

Líka síðani frálæran í føroyskum sum fremmandamál byrjaði, hevur tørvur verið á skipaðum undirvísingartilfari. Framvegis er ov lítið tilfar, men arbeitt verður við at fáa meiri, og nú námsætlanin er greið, verður helst lættari at málrætta tilfarið. Eisini her eru vit væl á veg, men framvegis eru vit ikki komin á mál.

Á fólkaskúlaøkinum hevur Jenis av Rana, landsstýrismaður sett í gildi kunngerð um undirvísing í føroyskum sum annaðmál og móðurmálsundirvísing. Kunngerðin, sum kom í gildi í november 2020 , heimilar skúlunum at bjóða næmingum, sum hava eitt annað móðurmál enn føroyskt, og næmingum, sum ikki hava lært føroyskt, hóast teir búgva í Føroyum, at fáa serstaka undirvísing í føroyskum máli og mentan.

Møguleiki verður eisini hjá skúlunum at søkja um at skipa móttøkuflokk eitt tíðarskeið. Soleiðis kann næmingurin hava ein part av undirvísingini í móttøkuflokki, uttan tó at missa sambandið við flokkin, sum hann er partur av.

Málið er, at næmingar í fólkaskúlaaldri, sum ikki hava føroyskt sum móðurmál, skulu ogna sær førleika at tosa, lesa og skriva føroyskt. Eisini verður dentur lagdur á, at mentan og samfelagsviðurskifti skulu verða partur av undirvísingini bæði í føroyskum sum annaðmál og í móðurmálsundirvísingini.

Skúlin metir um tørvin á eyka undirvísing í føroyskum út frá fortreytunum hjá næminginum. Her verður til dømis hugt at, um næmingurin til dømis dugir enskt ella onnur mál, hvussu gamal hann er, hvat móðurmálið er, hvørja skúlagongd hevur hann frammanundan, um duga foreldrini føroyskt ella annað norðurlendskt mál, hvat mál verður tosað heima og hvørji áhugamál hansara eru.

Undirvísing í føroyskum máli og mentan fyri næmingum, ið hava annað móðurmál enn føroyskt, hevur verið skipað í fólkaskúlanum í nógv ár. Í 1997 kom kunngerð um økið, og áðrenn tað fingu næmingar eykatímar eftir tørvi. Seinastu árini er tó stór broyting farin fram - bæði tí at talið av tilflytarum er munandi økt og tí, at nógvir tilflytarar nú ikki skilja eitt norðurlendskt mál. Fleiri kenna ikki latínska alfabetið.

Móðurmálið skal eisini stimbrast

Næmingar, sum eru tilflytarar, kunnu harumframt fáa tilboð um undirvísing í teirra egna móðurmáli. Hesum hava vit fáar royndir við í Føroyum, og tí mugu vit gera mannagongd fyri, hvussu undirvísingin skal skipast.

Mentamálaráðið hevur í mong ár samstarvað við føroyskar skúlar uttanlands, sum skipa fyri móðurmálsundirvísing fyri børn hjá føroyingum. Undirvísingin er vanliga leygardagar. Vit kundu gjørt líknandi skipan í Føroyum fyri børn hjá tilflytarum, soleiðis at tey fingu undirvísing í bæði føroyskum og egnum móðurmáli. Foreldur eru onkuntíð stúrin um, at barnið mennir tvey mál í senn. Men tað nýtist ikki vera ein trupulleiki - heldur tvørturímóti. Um barnið kann halda fast við sítt móðurmál eisini, styrkir tað bæði samleikan og førleikan at læra onnur mál. Gransking á økinum vísir á, at so er. Til dømis kanningarnar hjá Helenu Kannuberg.

Í 2020 samstarvaðu Mentamálaráðið og Útlendingastovan um faldaran »Tvímæltir næmingar í føroyska fólkaskúlanum«, ið er ein vegleiðing til lærarar um karmar, trivnað, og hvussu undirvísingin kann verða løgd til rættis. Við frágreiðingum og dømum kann lærarin her fáa ítøkilig amboð til, hvussu hann kann arbeiða við tvímæltum næmingum.

Eisini Sernám hevur gjørt ein kunnandi faldara við heitinum: Tá børn tosa fleiri mál, ið er ein vegleiðing til starvsfólk á sernámsfrøðiliga økinum.

Á dagstovnaøkinum er eisini fokus á børnini, ið ikki hava føroyskt sum fyrstamál. Til dømis eru faldarar gjørdir, ið vegleiða og geva starvsfólkinum góð ráð um, hvussu tey kunnu stimbra børnum hjá tilflytarum málsliga ígjøgnum spæl.

Eitt slóðbrótandi samstarv millum námsfrøðingar frá ymsum kommunum og Útlendingastovuna hevði í 2019 við sær, at faldarin “Týðandi tættir í námsfrøðiligum arbeiði við fleirmætlum børnum” varð skrivaður. Mentamálaráðið fíggjaði arbeiðið, sum seinni varð fylgt upp við einum ískoytisparti, ið vísir á enn fleiri dømi um málsliga mennandi spøl og samveru.

 

Spildurnýggj PHD verkætlan um økið
Sum heild eru málsligu avbjóðingarnar hjá tilflytarum eitt øki, ið letur upp fyri – og hevur tørv á – nýggjari gransking og vitan.

Í vikuni vardi Elisabeth Holm, ið er samskipari á Góðskueindini á Fróðskaparsetrinum, sína PhD verkætlan, ið júst snýr seg um tilflyting úr útheiminum og føroyskt mál.

Setrið upplýsir, at ritgerðin avdúkar og vísir á tær avbjóðingar, ið tað hevur við sær at læra smámál í einum tvímæltum samteksti, á fortreytirnar fyri at læra føroyskt, á avmarkaðu møguleikarnar at læra mál í ófaklærdum starvsøkjum, á tær forðingar, sum tilflytarar møta í royndumum at finna arbeiði, ið samsvarar til teirra førleikar og á leiklutin, ið málsideologi spælir í hesum sambandi.

Samanumtikið er hetta eitt øki við stórum tørvi, men tað er eisini eitt øki í stórari menning. Átøkini, sum verða gjørd, gera mun. Grundarlagið undir at skipa føroyskt sum annaðmál fyri vaksin er nú lagt; tað er við kunngerð komið inn í fólkaskúlarnar, og dagstovnarnir hava fingið tilvitanina og fyrstu amboðini til at lofta tvímæltu børnunum. Og kanska týdningarmest av øllum gerast vit støðugt meiri tilvitað um avbjóðingarnar og hvussu vit kunnu loysa tær. 

Nú ræður um at menna tilboðini, námsfrøðina, undirvísingartilfarið og møguleikarnar fyri tey, sum flyta til Føroya – millum annað at menna møguleikar teirra fyri undirvísing í móðurmálinum – og ikki minst menna møguleikan hjá vaksnum tilfytarum at vera lestrarvirkin at lesa “føroyskt sum annaðmál” í vanligari skúlatíð.

Tey lesandi, ið hava staðið Føroyskt sum annaðmál 2, saman við undirvísarum, stjóranum á kvøldskúlanum, Helenu Dam á Neystabø frá Mentamálaráðnum og Heðini Mortensen, borgarstjóra í Havn.

 

 

 

Toymið, sum hevur samstarvað um nýggju útbúgvingina í føroyskum sum annaðmál, eftir fyrstu próvhandanina.

Myndirnar hevur Høgni Reistrup tikið 

(UMMR)

 

Seinastu tíðindi
10/04/2024
Skeið: Avbjóðingar í integratións­arbeiðinum

Útlendingastovan bjóðar tær á skeið um tað, at arbeiða við børnum ella vaksnum n…

04/04/2024
Viðvíkj­andi undirvísing í føroyskum sum annaðmál 2024/­2025 /­ Regarding the teaching of Faroese as a second language 2024/­2025

Viðvíkjandi undirvísing í føroyskum sum annaðmál 2024/2025 Eitt lógaruppskot vi…

04/04/2024
Viðvíkj­andi undirvísing í føroyskum sum annaðmál 2024/­2025 /­ Regarding the teaching of Faroese as a second language 2024/­2025

Viðvíkjandi undirvísing í føroyskum sum annaðmál 2024/2025 Eitt lógaruppskot vi…

08/02/2024
Málskúlin er á veg (KvF)

Lógaruppskotið um málskúla í føroyskum sum annaðmál verður lagt fram í hesari ti…