21/12/2020

Jobmatch 2020

(For English text, scroll below)

KORONAFRÍTT JOBMATCH - uttan landafrøðiligaravmarkingar


Korona farsóttin hevur sett dagsskránna í mun til, hvussu vit kunnu ella ikki kunnu vera saman – eisini í Føroyum. Hetta ávirkar, hvussu árliga Jobmatch tiltakið kann haldast. Tó, so gevur koronastøðan høvið til nýhugsan, og verður Jobmatch í ár flutt yvir á ein spennandi talgildan pall, sum í stóran mun kann tað sama, og á ein hátt meira, enn tann fysiski pallurin vit kenna. Við at flyta tiltakið yvir á tann talgilda pallin, ger ikki mun um tú ert í Føroyum ella hinumegin knøttin Jobmatchdagin.  

Tann virtuelli Jobmatch pallurin er skipaður eins og tað fysiska tiltakið við forhøll, framsýningarhøll við básum í ymiskum sniðum og samleikum, fyrilestrarhøll og kunningardiski. Best er at nýta Chrome kaga og minnast til at gera lýsingablokeraran (adblocker) óvirknan, um tú nýtir slíkan.

NÆR
Talgildi Jobmatch pallurin letur upp 18. desember. Sjálv Jobmatch starvsstevnan verður týsdagin tann 29. desember frá kl. 12 – 17. Tá kanst tú kjatta, og hava virtuellar audio ella video fundir við Jobmatch luttakararnar umframt luttaka á forvitnissligum webinarum. Av tí at tær luttakandi fyritøkurnar og stovnarnir bert eru tøk til eitt prát tann 29. desember, er JobPrát kjattfunkan ikki aktiv fyrr enn hendan dag. Tó kanst tú bíleggja JobPrát frá 17. desember.

INNRITAN
Tá tú ritar inn á talgilda Jobmatch pallin er umráðandi, at tú fyllir út skrásetingarskjalið so nágreinað sum møguligt. Hesar upplýsingar fáa luttakararnir atgongd til, soleiðis at tey kunnu seta seg í samband við tey vitjandi, sum hava teir førleikar, teimum sóknast eftir. Bíleggur ein Jobmatch luttakari JobPrát við teg, fært tú boð um hetta umvegis t-post. Tá tú hevur gjørt tær ein brúkara, ritar tú inn í skipanina við tínum t-posti. Far inn á www.jobmatch.fo og melda til / rita inn.

GG! Tað eru bert luttakandi fyritøkur og stovnar, sum fáa atgongd til tínar upplýsingar; ikki hini vitjandi. Tað er upp til ein sjálva/n, hvussu nógv ein upplýsir í skrásetingini. Tað ber eisini til at vitja á Jobmatch starvsstevnuna uttan at útfylla alt. Tó kann hetta avmarka, hvussu nógvir luttakarar seta seg í samband við teg til eitt óformligt prát.

JobPrát
Á Jobmatch pallinum verður møguligt hjá tær at bíleggja JobPrát við teir luttakarar, tú ynskir at koma í samband við. Hetta gert tú við at fara inn á virtuella básin hjá luttakaranum og trýsta á funkuna *Bílegg JobPrát*. Sjálvt JobPrátið fer fram týsdagin 29. desember á JobPrát funkuni á básinum hjá tí luttakara, tú hevur bílagt JobPrát við til ásettu tíð. Eitt JobPrát kann eitt nú nýtast til at tosa um størv, starvsvenjingarmøguleikar, ella samstarv um skrivligar uppgávur í samband við lesnaðin.

FRAMLØGUR
Eins og undanfarin ár verður eisini møguligt hjá tær at lurta eftir forvitnisligum framløgum á Jobmatch. Hetta fyrigongur í Fyrilestrarhøllini á virtuella Jobmatch pallinum. Undir sjálvari framløguni verður møguleiki at koma við spurningum til framløguhaldaran umvegis kjatt.

KUNNINGARDISKUR
Í forhøllini verður ein kunningardiskur mannaður við umboðum frá Vinnuhúsinum, MFS, Útlendingarsovuni og Jobmatch

Verið vælkomin á Jobmatch tann 29. desember millum kl. 12 – 17.

Tað er sjálvandi ókeypis at luttaka á Jobmatch

Stuðlar eru Tórshavnar kommuna og Bakkafrost

Í stýrisbólkinum sita umboð fyri Tórshavnar kommunu, Vinnuhúsið, MFS og Jobmatch

Av tí at vit royna at røkka so nógvum sum til ber, har hetta tiltak kundi havt áhuga, biðja vit tygum halda okkum til góðar, um tú hevur móttikið hendan t-post áður ella hetta ikki hevur tygara áhuga!

---------------------------------------------------------

Jobmatch 2020 network event

Participate at Jobmatch 2020 and expand your business network with the private and public employers taking part in the Jobmatch event on Tuesday 29th of December. Due to Covid restrictions, this year’s Jobmatch event will take place on a virtual platform. You just need to sign up from the comfort of your home to participate in the virtual Jobmatch event.  The virtual platform opened the 18th December. Though, the employers will greet you on the 29th from 12pm – 5pm.

If you have a higher education, have acquired skills within a certain trade, or have a professional experience and would like to engage in the Faroese job market, Jobmatch might be the right event for you to attend. At Jobmatch you can expand your business network to around 40+ companies and institutions that will be participating in the virtual event. Jobmatch is a unique opportunity to learn more about job possibilities in the Faroe Islands and to introduce yourself to potential employers.

Book a JobPrát and be guaranteed an informal chat with relevant participants
In order to make sure that you get in contact with those private and public businesses that you find relevant, it is recommendable to book a JobPrát. A JobPrát (JobTalk) is an informal conversation of 10-15 minutes with those Jobmatch participants, that you would like to get in contact with. You can book a JobPrát by clicking on the different booths on the virtual Jobmatch platform and then on the ‘Bílegg JobPrát’ button underneath the participant’s booths. The JobPrát conversation will take place in the participant’s chat forum through video or audio conversation supported by the virtual platform. It is not mandatory but only an opportunity to book a JobPrát. It is also possible to chat with the different participants through open and one-to-one chats. However, the chat function opens on the 29th of December, still you can book JobPrát now.

Now employers can book a chat with you
This year’s virtual event has a new feature which gives the employers the possibility to book a chat with you as attendee. Therefore, it is important for you to complete the registration form when you log in to the platform the first time. This information will be available to the participating companies that might want to book a chat with you. If they do, you will receive an email with a chat invitation. Your personal information will only be available to the participating businesses and not to other attendees!

Information desk
At Jobmatch there will be an Information Desk in the virtual Lobby (Forhøll) where consultants from the Immigration Office, the House of Industry, MFS and Jobmatch will be at your service through chat during the live event on the 29th.

Tórshavnar kommuna and Bakkafrost are the main sponsors of Jobmatch 2020.

Welcome to Jobmatch 2020. We are looking forward to ‘seeing’ you at the virtual Jobmatch event on the 29th of December

It is free of charge to visit Jobmatch 2020

Seinastu tíðindi
08/02/2021
Tilflytarar sleppa ikki at nýta sínar førleikar (KvF)

Elisabeth Holm hevur skrivað ph.d-ritgerð um tilflytarar og føroyskt mál

05/02/2021
Lunnar lagdir undir »Føroyskt sum annaðmál« (UMMR)

Mentamálaráðið hevur seinastu tíðina lagt stóra orku í »Føroyskt sum annaðmál« -…

04/02/2021
Koppseting fyri COVID-19 á enskum

COVID-19 Koppseting á enskum

04/02/2021
Enska útgavan hjá familju­fyrisitingin

Familjufyrisitingin hevur fingið eina enska útgávu av heimasíðu. Enska útgáva