11/05/2020

Námsætlan í føroyskum sum annaðmál til hoyringar (Úttanríkis -og Mentamálaráðið)

Í sambandi við verkætlanina at menna útbúgvingartilboðið í føroyskum fyri útlendingar í Føroyum er eitt uppskot til námsætlan gjørt, sum við hesum verður lagt á heimasíðuna hjá Uttanríkis- og mentamálaráðnum til hoyringar.

Uttanríkis- og mentamálaráðið vónar, at øll sum hava áhuga fyri hesum øki - at tryggja frálæru og útbúgving í føroyskum fyri útlendingar - nýta høvið til at kunna seg um og at gera viðmerkingar til námsætlanina, áðrenn hon verður lýst.

Freistin at lata viðmerkingar er 1. juni 2020.

Um verkætlanina
Avgerð er tikin um, at frálæruskipanin í føroyskum fyri útlendingar frameftir skal byggja á altjóða viðurkenda CEFR-skipanina: Common European Framework of references for Languages.

CEFR er ein felags evropeisk skipan, sum hevur til endamáls at meta um málføri hjá einum, í flestu førum útlendskum, borgara, sum skal læra nýtt mál sum annaðmál. 

Skipanin góðskutryggjar málfrálæruna og eftirmetingina og tryggjar, at støði verður tikið í hvørjum einstøkum næmingi, sum ynskir at læra føroyskt sum annaðmál. 

Útbúgving sambært CEFR-skipanini hevur altíð til endamáls at leggja útbúgvingina til rættis sambært førleikastøði, áhugamálum og útbúgvingar- og arbeiðsætlanum hjá tí einstaka lesandi.

Tað er týdningarmikið, at næmingur stig fyri stig og saman við útbúgvingarstovni setur sær mál at læra teg at tosa, skriva og at skilja føroyskt. Skipanin setur eisini mál fyri innlit í og vitan um samfelagslig og mentanarlig viðurskifti í nýggja heimlandinum.

 

Tríggjar útbúgvingar og seks førleikastig
CEFR-skipanin er býtt upp í tríggjar útbúgvingar: Føroyskt sum annaðmál 1, 2 og 3 (eisini nevnt FSA 1, FSA 2 og FSA 3) og seks ymisk førleikastig: A1, A2, B1, B2, C1 og C2.

• FSA1: Vendir sær í høvuðsheitum til tilflytarar, sum hava lítla ella onga útbúgving úr heimlandinum, og sum ikki hava lært latínska alfabetið. 

• FSA2: Vendir sær í høvuðsheitum til tilflytarar, sum hava eina grundútbúgving, sum er nomin í heimlandinum, og sum fevnir um uml. 7 ára skúlagongd. FSA2 leggur dent á førleikar at samskifta í almenna rúminum og eigur at gera næmingin føran fyri at nema eina styttri framhaldsútbúgving, um næmingurin ynskir tað. 

• FSA3: Vendir sær til tilflytarar, sum hava nomið eina framhaldsútbúgving ella eina hægri útbúgving í heimlandinum, og sum miða eftir málsligum førleikum at útbúgva seg á hægri stigi í Føroyum.

Týdningarmesta fyritreytin fyri, at útlendingar kunnu integrerast í Føroyum, er, at tað verður møguligt hjá tilflytara at læra seg føroyskt og ogna sær innlit í føroyska mentan og samfelagsviðurskifti. Á hendan hátt kunnu eisini tilflytarar kenna seg sum partur av føroyska samfelagnum.

Áðrenn summarfrítíðina verður støða tikin til, hvar og hvussu frálæra verður skipað, og hvussu vit tryggja, at tilflytarar í øllum Føroyum fáa høvi at melda seg til útbúgving í føroyskum sum annaðmál.

Námsætlanin kann lesast her

(UMR)

Seinastu tíðindi
04/02/2021
New Integration Service offered by the Faroese Immigration Office

Moving to a new country brings excitement, new opportunities, and a long list of…

08/02/2024
Málskúlin er á veg (KvF)

Lógaruppskotið um málskúla í føroyskum sum annaðmál verður lagt fram í hesari ti…

05/02/2024
Peningur settur av at yvirtaka arbeiðs- og uppihalds­loyvi (KvF)

Arbeiðsgevarin eigur í størri mun at hava ábyrgd av teimum útlendingunum, sum ko…

11/11/2023
Ukrainsk flótta­fólk kunnu vera í Føroyum til 2025 (KvF)

Lógin um fyribils uppihaldsloyvi kom í apríl í fjør