Nú er uppskotið um integratiónslóg komið (KVF)
Hon verður galdandi fyri útlendingar, sum hava uppihaldsloyvi í Føroyum, og fyri børn undir 18 ár, sum hava fastan bústað hjá foreldrum ella verja
Uppskot um integratiónslóg, ta fyrstu í Føroyum, kom í tingið í gjár.
Hon verður galdandi fyri útlendingar, sum hava uppihaldsloyvi í Føroyum, og fyri børn undir 18 ár, sum hava fastan bústað hjá foreldrum ella verja.
Í fjør vóru 5,5 prosent teirra, sum búgva í Føroyum, tilflytarar.
Hvør kommuna skal í seinasta lagi 1. juli 2026 hava integratiónssamskipara.
Kommunurnar kunnu samstarva við aðrar kommunur um integratión og integratiónssamskiparar, sigur lógaruppskotið.
Lógin er ikki ókeypis.
Hon kostar landinum 13,1 mió. kr.
Og í eru játtaðar 5,6 mió. kr. til undirvísing í føroyskum sum annaðmál. Brúk er fyri sjey milliónum, stendur í viðmerkingunum um lógaruppskotið.
Lógaruppskotið og viðmerkingar eru 40 síður.
Magnus Rasmussen, sum tá var landsstýrismaður, ætlaði at koma við uppskoti um integratiónslóg á heysti 2022.
Men tað kom ikki, tí løgtingsval var skrivað út.
(KVF)

Integratiónslógin sett í gildi (LMR)
Í dag, 1. juli, verður integratiónslógin sett í gildi. Lógin skipar tilgongdina…

Fleiri tilflytarar læra føroyskt (KVF)
Í dag var próvhandan í Kambsdali, tá tilflytarar fingu prógvið í føroyskum sum a…

(Closed) Registration for "Learn about the New Integration Law" Information Event
Please click here to register: https://integration.fo/skeid

Úrslit frá kanning um ukrainsk flóttafólk í Føroyum
Ein nýggj frágreiðing, sum lýsir heilsustøðu og gerandislív hjá ukrainskum flótt…